Starvsfólk í forskúla b.:

Anna flokslærari, Konny námsfrøðingur og Gunn lærari

 

Tlf.nr.:

Forskúli b.:             22 80 39

Anna flokslærari : 22 06 90

18.09.2022

Í komandi viku hava vit eina evnisviku um sunnan/ósunnan kost og tenn.

Vit práta, syngja, hoyra søgu, klippa, líma og lita ymiskt um kost og tenn.

Børnini eru vælkomin at hava reklamubløð við í skúla.

07.09.2022

!!!  BROYTING !!!

Fyrilesturin verður kl.17.00 í
"GOMLU KIRKJUNI" (sí mynd, inngongd: lítla hurðin til høgru) og ikki í fimleikahøll skúlans, sum áður nevnt. 

!!! Tað er av stórum týdningi, at øll børnini verða umboðaði !!!

29.08.2022

!!! FELAGS FORELDRAFUNDUR !!!

Hósdagin 8.sep. kl.17.00 verður felags foreldrafundur í fimleikahøll skúlans.

Á skránni er, fyrilestur við Gitte Klein, um nýggju skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum. Tað er somuleiðis Fólkaheilsuráðið, ið varar av fyrilestrinum.

Aftaná fyrilesturin verður farið niðan í forskúlan til nærri kunning v.m.

!!! Tað er av stórum týdningi, at øll børnini verða umboðaði !!!

 

18.08.2022

Stóra tøkk fyri ein góðan fyrsta skúladag.

Í morgin fríggjadagin 19.aug. byrja vit okkara vanligu skúlagongd.

Sum tykkum kunnugt, er skúlin opin frá kl.07.30 og vit byrja skúladagin kl.08.00 við morgunsongi.

Børnini hava ein lítlan matpakka og ein vatndunk við í skúla, sum tey sjálvið seta í køliskápið í flokkinum.

Tann stóra matpakkan leggja børnini sjálvið í køliskápið í frítíðarskúlanum, har eitt B stendur á.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í morgin :) 

Góðu børn og foreldur/avvarandi!

Vit gleða okkum at síggja tykkum hósdagin 18.aug.2022

Vit møta kl. 13.00 í fimleikarhøll skúlans.

Verið hjartaliga vælkomin

Vinarliga 

Anna, Konny og Gunn