Boð 6. b

Pennahúsið - 20. august 2020 og 21. apríl 2022

Minnist til at dagføra pennahúsið hjá børnunum. Pennahúsið skal innihalda:

- Blýantar (spískara um neyðugt)
- Viskileður
- Linjál
- Vinkulmátara
- Passara
- Ymiskar farvur at tekna við

Magnar ornar rokni- og skriviheftir, mappur og møguligar plastlummar til næmingarnir, umframt keypi eg ymiskt til flokkin, sum næmingarnir kunnu lána, um tey hava gloymt eitthvørt eftir.

Loppusølan 2021, lagt út 11.11.2021.

Fríggjadagin 3. desember verður loppusøla. Flokkurin ger klárt 1. og 2. tíma og sølan byrjar kl 09.50. Næmingarnir í 6. flokki selja lutir og 7. flokkur hevur rættin til einsamøll at hava kafé. Byrji uppá at samla lutir nú, sum tit kunnu selja á loppudegnum. Havið eisini myntir við at keypa fyri, ikki seðlar! Dagurin endar kl 11.20.

Peningurin ferð til eitt vælgerandi endamál, sum næmingaráði er við til at taka støðu til.

Næmingaráðsval 2021/2022

Viðvíkjandi ítróttartímunum í 6. flokki

Flokslærararnir og ítróttartoymið í 6. flokki hava saman við Jóhan, varaskúlastjóra, verið á fundi um ítróttin hetta skúlaárið. Vit eru komin ásamt um, at ítróttarlærararnir fylgja 6. flokki niðan til svimjihøllina í Gundadali.

Tað er krav at hava/møta upp til svimjing í fólkaskúlanum. Svimjing er at rokna sum einhvør onnur lærugrein, so sum rokning, føroyskt, danskt o.s.fr, og frálæran verður tillagað tí einstaka barninum. Um næmingurin av einari ella aðrari orsøk ikki kann svimja, er tað framvegis møtiskylda og næmingurin skal vera í svimjihøllini til tímin er av.

Um næmingurin ikki møtur upp til svimjitímarnar, kunnu vit ikki tryggja okkum, at barnið dugir tey mál og mið, námsætlanin fyri svimjing miðar eftir. Í námsætlanini fyri svimjing standa hesi mál og mið:

Næmingurin dugir:

kennir bjargingar/sjálvbjargingarhættir
ella veit, hvussu hann kann hjálpa, um vanlukka hendir, uttan at seta seg sjálvan í vanda
bringusvimjing, crawl, ryggcrawl, sjálvbjargingarsvimjing, bjarging av troyttum svimjara.
 

Kunnu næmingar av einari ella aðrari grund ikki svimja tann eina dagin, kunnu tey hava ein seðil við frá tykkum foreldrum, við grundgeving um hví. Henda seðilin lata næmingarnir inn til svimjilæraran. Er hetta afturvendandi, at næmingurin ikki kann svimja, skal ein læknaváttan handast svimjilæraranum.

Menstruatión er ein orsøk til at hava seðil við til svimjilæraran.

Viðvíkjandi brúsuni aftaná eru boðini greið. Tey børnini, sum eru til ítrótt á Sankta Frans skúla, skulu undir brúsuna eftir ítrótt, uttan undantak.

 

Kom og les, 2021

Jólasjónleikurin

Kunning viðvíkjandi seinastu vikunum áðrenn jól. 27.11.2020

Góðu foreldur!

Jólamánaðurin nærkast í hvørjum og hetta førir við sær fleiri broytingar og serligar dagar. Her er ein lítil tekstur av kunning um seinastu vikurnar áðrenn jól.

At byrja við vil eg minna tykkum á at keypa eina lítla gávu, virði á umleið 50 kr, til okkara pakkakalendara. Latið gávuna inn í seinasta lagi mánadagin 30. november! Gávan skal kunna brúkast av bæði dreingjum og gentum, tá tað er tilvildarligt hvør fær júst tína gávu.

Frá týsdegnum 1. desember og til vit fara í jólaferiu 18. desember, verður tímatalvan munandi broytt vegna jólasjónleikin. Til hvørja viku kemur eitt nýtt skema út, sum eg leggi inn yvir vikuætlanina hjá flokkinum. Har stendur hvat tey skulu gera og saman við hvørjum.

Týsdagurin 1. desember er eyðmerktur til at pynta flokshøli. Magnar og Ragnar hava flokkin allan dagin og dagurin endar til vanliga tíð kl. 13.20. Um tit hava eitthvørt jólapynt heima við hús, sum tit ikki brúka, eru tit vælkomin at læna 5.b pynti. Tað er ein kapping á skúlanum um, hvør hevur hugnaligastu stovu og hurð og alt pynt hevur okkara áhuga.

Fríggjadagin 4. desember verður árliga loppusølan. Kunning um dagin er løgd út á vikuætlanina undir “Boð”

Seinasta vikan áðrenn jól, frá 14. desember til 18. desember, er sett av til at framføra jólasjónleik burturav. Tit fáa nærri kunning seinni.

At enda ætlaði eg at hugna um pyntidagin 1. desember. Kunnu tvey foreldur baka eina kaku hvør, sum vit kunnu hugna okkum við í flokkinum? :) So kann eg keypa saft inn til dagin :)

Loppusølan, 04. desember 2020

Árliga loppusølan verður fríggjadagin, 4. desember. Á loppusøluni taka næmingar ymiskt við heimanífrá, sum tey vilja selja til onnur børn/vaksin á skúlanum, fyri ein bíligan penga. Pengarnir fara í ár til næmingaráði, sum skal taka avgerð um, hvat peningurin skal brúkast til.

Prísirnir á lutunum, sum næmingarnir taka við, skal liggja á umleið 5-10 kr. Um tað er nakað heilt serligt, kann tað kosta upp til 20 kr. Endamálið er at fáa so nógv selt sum møguligt. Um næmingarnir ikki vilja selja nakrar av sínum lutum, kunnu tey í staðin taka einhvønn bakstur við at selja. Orsakað av Korona, skal baksturin verða innpakkaður í posar, sum er lukkað fyri.

Næmingarnir skulu eisini taka pengar við, um tey vilja ganga runt og keypa. Ikki takið heilar 50-krónur og 100-krónur seðlar, tí vit klára ikki at veksla hetta til smærri myntur. Takið helst 1-krónur, 2-krónur, 5-krónur og møguliga 10-krónur við. 

Uppstillingarfundur til skúlastýrið.

Felags foreldrafundur

Uppstillingarfundur til skúlastýrið verður í Sankta Frans skúla hóskvøldið 29. oktober 2020 kl. 19:00 – 21.00. Uppstillingarfundurin verður í fimleikahøllini.
Samstundis verður skipað fyri árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum.

Skráin verður hendan:
Jan Laursen, formaður í skúlastýrinum, leggur fram ársfrágreiðingina.
Aslaug Olsen, formaður í valnevndini, kunnar um skúlastýrisvalið 2020.
Fyrilestur við Jóhonnu Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterapeut.

"Hvør skal læra mítt barn, hvat tað er at vera menniskja?"

 

Í fyrilestrinum kemur Jóhanna inn á, hvussu vit sum foreldur kunnu styrkja mótsstøðuførið hjá okkara børnum. Møguleiki verður at kjakast um, hvønn leiklut skúlin skal hava og hvønn leiklut foreldur hava.

Øll foreldur, ið varða av børnum í Sankta Frans skúla, eru hjartaliga vælkomin.

Listaleypur - Nýmótans endurnýtsluklæðir - 19. og 20. oktober 2020

Í dagsins samfelag, har klæðini eru næst­størsta kelda til dálking, fari eg at læra børnini, hvussu vit annaðhvørt kunnu halda fram at brúka tey klæðir, vit eiga, ella keypa endurnýtsluklæðir. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at børn læra hetta tíðliga. Børnini, gentur og dreingir í øllum aldri, læra at seyma klæðir um og finna útav, hvussu lætt og stuttligt tað kann vera.
Heiti: Nýmótans endurnýtsluklæðir
Listafólk: Frida Poulsen
Listagrein: Sniðgeving
Slag: Verkstova
Longd: 2 heilar dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 19. og 20. oktober 2020
Málbólkur: 4. – 10. flokkur
Mál: Føroyskt
Tal av næmingum: 5 - 24
Høliskrøv: Vanligar skúlastovur. Okkum nýtist bert at brúka saks og hugflog.
Krøv: Børnini kunnu sjálv taka ymiskt við, sum er blivið ov lítið, ella okkurt, tey fegin vilja gera um o.s.fr.

Bommdagur, 16. juni 2020

Bommdagurin er seinasti skúladagur hjá 7. flokkunum. Dagurin byrjar við, at 7. flokkarnir og lærarnir spæla fótbólt ímóti hvørjum øðrum uppi í Gundadali. Eftir dystirnar verður farið oman aftur í skúlan, har 7. flokkur bjóðar bomm til allar næmingarnar.

Fótbóltsdagur, 11. juni 2020

Hósdagin 11. juni ferð skúlin at skipa fyri árliga fótbóltsdegnum uppi í Gundadali. Næmingarnir møta sum vanligt kl. 08.00 í skúlanum. Síðani fara næmingarnir út í liðini og umleið kl. 08.30 verður farið til gongu niðan í Gundadal. Dagurin er liðugur umleið kl. 11.30.

Næmingarnir í 3. til 7. flokk verða blandaði saman og koyrd í lið, sum síðani skulu kappast í tveimum bólkum. Tað verður ein gentukapping og ein dreingjakapping. Miðskeiðis í kappingini verður ein lítil steðgur, har børnini fáa sunkist og okkurt leskiligt. Vinnarin og 2´arin av bólkunum koma víðari í hálvfinaluna og at enda verður ein finala, har allir næmingarnir, sum ikki eru í finaluni, eru áskoðarir og heppa. Hvørt lið fær ein lærara sum fylgjara/venjara.

Næmingarnir eru spurdir í skúlanum, um tey høvdu hug at vera við í kappingini. Tey sum ikki vildu vera við, møta alíkavæl til dagin og verða áskoðarir.