Boð 6. b

Foreldraviðtalur hjá 6.b hósdag 19. jan. 2023

Vit eru í fundarhølinum beint við síðuna av stjóraskrivstovuni á 4. hædd. Tit eru sjálvandi vælkomin at býta um tíð innanhýsis, um ásetta tíð ikki passar.

 

8.00 Carl

8.15 Fía

8.30 Tóki

8.45 Vivia

9.00 Sophie

9.15 Levi

 

Steðgur

 

11.30 Stian

11.45 Lóa Sigrið

12.00 William

12.15 Dagmar

12.30 Pætur

 

Steðgur

 

13.00 Emilia

13.15 Hans Marni

13.30 Rannvá Píl

13.45 Gabriel

14.00 Mikala

 

Steðgur

 

14.30 Silja

14.45 Ria

15.00 Elias

15.15 Sára

-----------------

Næmingaráðið

Ria Reinert Vesturklett er vald í næmingaráðið. Stian Waagstein Hansen er valdur varaumboð.

_____________________

------

Talgilda frásøgnin

Talgilda frásøgn tykkara, sum verður ein filmur, verður víst í skúlanum fríggjadagin 25. nov. (ups, hetta er broytt til týsdagin 29. nov.) Tískil má hon vera liðug áðrenn tað.

  • Frásøgnin verður í mesta lagi 5 min.
  • Frásøgnin skal hava eitt frásøgufólk, sum sigur frá.
  • Frásøgnin skal hava tónleik ella onnur ljóð, sum hóska til huglagið í frásøgnini.

Bólkarnir síggjast aðrastaðni her undir Boð.

------

Góðu foreldur at næmingum í 6 flokki.
Í næstum fari eg at tosa við børn tykkara í bólkum. Evni verður kynsbúning.
Eftir tað fari eg at hava einstaklingasamrøður við tey. Hósdagin fáa tey eitt kunningarskriv heim við, sum tit skulu undirskriva. Tey kunnu hava pappíri við aftur í skúla fríggjamorgunin ella týsdagin í næstu viku.
Vinarliga,
Morid Meitilberg,
Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla
Tlf 562339

- - - - - -

Bussurin (1-arin)  steðgar við Skúlan við Løgmannabreyt, og so er skjótt at ganga til Bertugøtu 5.

------
Bólkar til filmin 
                                             (lagt út 25. okt. 2022)

Bólkur 1: Vivia, Emilia, Sára, Sophie.

Bólkur 2: William, Tóki, Levi, Hans Marni, Carl Christian.

Bólkur 3: Silja, Rannvá Píl, Dagmar, Lóa Sigrið.

Bólkur 4: Fía, Mikala, Ria.

Bólkur 5: Stian, Elias, Gabriel, Marcus, Pætur.

Nærri kunning um filmin kemur seinni.

-------------

Ein serligur persónur                     

Tú hevur valt tær ein serligan persón, sum tú hevur skrivað um og lýst í skúlanum. Nú gert tú uppgávuna lidna.

Persónurin er onkur, sum tú sært upp til og dámar væl.

 

Hetta kann kanska hjálpa tær eitt sindur á skrivileiðini:

- Hví er júst hesin persónurin serligur fyri teg?

- Hvussu er hann/hon?

- Hvat ger hann/hon?

- Hvussu sær hann/hon út?.. og nógv annað...

Skriva samanhangandi og væl við komma og punktum.

 

Minst til:

Uppgávan skal vera minst eina hálva síðu við skrift Calibri stødd 11 ella Times New Roman stødd 12.

Uppgávan verður latin inn við at deila hana við meg, Katrin Erlendsdóttir.

Áðrenn tú deilir hana, innstillar tú hana soleiðis, at eg kann rætta í henni.

Innlating í seinasta lagi mikudagin 26. okt. 2022.

 

_______

KUNNING UM FISKIKAPPINGINA:

Gott kvøld Katrin               (30.08.2022)

Skúlin hjá tær hevur bílagt fiskitúr við Westward Ho hósdagin 1.september 2022, kl. 8:00 - 12:00. Lærarar og næmingar verða bidnir um at møta kl. 07:45 við skipið, ið liggur við Skeiva Pakkhúsið.

Allir næmingar skulu, meðan siglt verður, vera í flótavesti - eisini um teir fara undir dekk. (Westward Ho hevur flótivestar umborð.)

Lærarin verður biðin um, at hava lista við, har allir næmingarnir eru uppskrivaðir við navni. Meðan vit sigla á fiskileið, verður kunnað um trygd umborð eins og um onnur viðurskifti.

Tað er gott hjá næmingunum at hava ein matpakka við  og eina fløsku av vatni.

Tit verða eisini biðin um at hava agn við, t.d. makrel ella høgguslokk umframt posar til fiskin, so næmingarnir kunnu taka fiskin heimvið. (G.G. Hetta tekur Sankta Frans skúli sær av :)

Vit síggja fram til at fáa tykkum umborð.

Vinarliga / Best Regards vegna Westward Ho

 

-----


Skúlamjólk, sí mynd.     
26. aug. 2022

 

------
Hey góðu tit!           
 (11. august 2022)

Nú gleða vit okkum at síggja tykkum aftur. Vælkomin í 6. flokk :)

Sí kunning um skúlabyrjan á forsíðuni her á sfs.fo.

Vh Katrin E. og Áki

--------


Matpakkin.fo    
           (5/5-2022)

Nú kunnu tit bíleggja frá matpakkin.fo
Allir matpakkar verða koyrdir við Posta inn á skrivstovuna hjá Ingunn, so kunnu næmingar heinta tað bílagda har.

...............


Góðu tit har heima
!
So eru viðtalurnar á skránni týsdagin og hósdagin í komandi viku. Vit verða í floksstovuni hjá 5.b.
Um tað ikki liggur fyri at møta til ásettu tíð, verða tit biðin um at býta um við onkran annan á listanum og siga flokslæraranum frá.
Vinarliga Áki og Katrin
 
Týsdag 15. mars 2022
13.30 Carl
13.45 Fía
14.00 Tóki
14.15 Vivia
14.30 Marcus
14.45 Sophie
15.00 Steðgur
15.15 Stian
15.30 Lóa Sigrið
15.45 William
16.00 Dagmar
16.15 Pætur
16.30 Emilia
 
Hósdag 17. mars 2022
14.00 Hans Marni
14.15 Rannvá Píl
14.30 Gabriel
14.45 Mikala
15.00 Steðgur
15.15 Silja
15.30 Katrin
15.45 Sára
16.00 Ria
(Elias)


----

Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 05/01-22.   (Lagt út 03/01-22)

Mikudagin 05/01-22 byrja vit aftur. Allir flokkar fylgja tímatalvuni.

Øll verða mint á at hava gott hondreinføri. Vit spritta hendur tá ið vit koma í skúla, eftir hvørt fríkorter og áðrenn matarsteðgin.

Morgunsangur er í flokshølunum.

Næmingar skulu mest møguligt halda seg til sín árgang bæði inni á skúlanum og í fríkorterunum.

Næmingar, ið eru í sóttarhaldi ella hava haft korona í jólafrítíðini, skulu fylgja leiðreglunum frá landslæknanum.

Um smitta ella sóttarhald hevur rakt tykkum, eiga tit at siga flokslæraranum frá.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í Sankta Frans skúla.

Vinarliga

Aslaug Olsen

Skúlastjóri

 

 

---


Skúlagongdin til jóla

(Lagt út 12/12-2021)

 

Mánadagin 13/12 – mikudagin 15/12

Flokseinsemi allan dagin. Flokslærarin og/ella annar í toyminum hevur flokkin frá 8.00 – 12.35

Næmingar í forskúla til 2.flokk fylgja vanligaridagslongd.

 

Hósdagur 16/12 – týsdagin 21/12

Skúlin og frítíðarskúlin er opin fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, grund- og møguliga miðdeild, har eingin onnur ansing er møgulig.

Foreldur sum hava brúk fyri ”neyðansing” skulu vendasær til

Aslaug Olsen, skúlastjóra á tlf. 282536. Foreldur eiga at siga frá sum skjótast og í seinasta lagi týsdagin14.desember kl. 16.00

Kirkjugongdin er avlýst.

Jólatræshaldið er avlýst

Sjónleikurin hjá 5.flokki útsettur

---
10/12-21

Leinki við vegleiðing til, hvussu tit rita inn á Teams:

https://www.youtube.com/watch?v=O-cNhhgMNzA

 

---

 

17/11-21

Hans Marni Gert Nielsen er valdur í næmingaráðið fyri 5.b, og Rannvá Píl Heinesen er vald varaumboð

---

Næmingarnir hava fingið kunning um Skúlaleikir við til hús í dag. 

----


Góðu tit har heima! (Skrivað 6/9-2021)

Bókasavnið læt upp í dag, og vit hava verið har niðri fyri fyrstu ferð í ár. Tá vit lesa, er sera týdningarmikið, at bókin er á hóskandi støði hjá børnunum, soleiðis at lesiførleikin mennist smidliga. Um barnið steðgar á við meira enn 9. hvørt orð í tekstinum, er bókin ov torfør og eigur at skiftast út. Barnið skal altso lesa tekstin so at siga uttan nevnivert av steðgum í, fyri at bókin er á rætta støði. Eg havi tosað um hetta í flokkinum í dag, og undirtøkan sá út til at vera heilt fín. 
Um børn sita við ov truplum tilfari, er vandi fyri, at tey missa hugin at læra og mennast. Tí er eisini týdningarmikið, at tit hjálpa teimum heima, um tey hava onkran tekst fyri, ið ikki er á teirra vanliga lesistøði.

Vh Katrin E.

---


Tórshavn 3/9-2021

Góðu tit har heima!    

Felags foreldrafundur verður týsdagin 14. september kl. 17. Vit verða í stovuni hjá 5.b móti Villumsgøtu.

Heilsan Katrin E. og Áki 

---
Bíleggingarseðil til skúlamjólk er sendur heim við í dag, 26. aug.  

---
Góðu næmingar og tit har heima!

Eg verði nýggi flokslærari tykkara í 5.b og komi at hava tykkum í føroyskum, donskum og enskum. Um tit hava okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja ella skriva.

Vinarliga 
Katrin Erlendsdóttir

tel. 224566

t-post: katrin.erlendsdottir@skulin.fo

---

Tilmæli

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at børn ikki koma beinleiðis úr útlondum í skúla, men halda seg heima fyrstu 4 dagarnar og á 4. degi lata seg kanna fyri koronu.

----

Danskt: