Boð 3. b
Suðuroyðartúrurin – skúlafótbóltur 9. juni 2022
Hósdagin 9. juni fer 3.a og 3.b suður til Vágs til skúlafótbólt.
Vit fara við Smyrli kl 8.45, og møta á farstøðini uttan fyri BIL taxastøðina í seinasta lagi kl 8.00. Eingin fer umborð áðrenn – vit fylgjast! Vit sigla norður aftur kl 17.30.
At minnast til:
❖ Fótbóltsklæðir (skinnarar, gaggur/ítróttaskógvar, shorts, málmanshandskar o.s.fr.) Øll fáa eina BETRI T-shirt at spæla í.
❖ Svimjiklæðir + handklæði (tað kostar 20 kr. at svimja). Tað er ikki heilt víst, at vit fara at svimja, men tað er eitt gott hugskot at hava svimjiklæðir við, soleiðis at vit hava møguleika til tað.
❖ Vit vænta at nógv fólk vera við Smyrli henda dagin, so vit vita ikki um høvi verður at keypa umborð. Tí mugu tey hava stóran og góðan matpakka og drekkidunk við.
❖ Matur og drykkivørur, kaffi og kakur, og annað fæst til keyps í Marghøllini.
❖ Góð klæði (Marghøllin er ikki upphitað, so hitin er hin sami sum uttanfyri.)
❖ Pengar: Smyril kostar 40 kr, bussurin 40 kr og svimjing 20 kr, tvs. at øll gjalda 100 kr til flokslæraran í seinasta lagi 7. juni. Tey kunnu eisini hava lummarpengar við.
❖ Pengar og virðislutir annars er egin ábyrgd. Onga fartelefon suður við. Vit hava telefon við, so um tað er okkurt, ber til at fáa fatur á okkum. Barbara tlf.nr 585696 og Katrin tlf.nr. 227048
❖ Tit kunnu lesa meiri um skúlafótbóltin inni á teirra heimasíðu: www.skulafotboltur.fo
Vinaliga
Barbara og Katrin
Mítt tlf.nr. er 227048. Heilsan Katrin
Hey tit har heima.
Sum vit avtalaðu á foreldrafundinum, so havi eg upprættað ein konto, sum tit gjalda 100kr inn á árliga. Pengarnir eigur flokkurin til at brúka upp á ymiskt s.s. leikur, túrar og hugna. Konto nr. er: 9181-1675283. Viðmerk navn á tykkara barni.
Vh Katrin