Boð 4.a
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 05/01-22.
Mikudagin 05/01-22 byrja vit aftur. Allir flokkar fylgja tímatalvuni.
Øll verða mint á at hava gott hondreinføri. Vit spritta hendur tá ið vit koma í skúla, eftir hvørt fríkorter og áðrenn matarsteðgin.
Morgunsangur er í flokshølunum.
Næmingar skulu mest møguligt halda seg til sín árgang bæði inni á skúlanum og í fríkorterunum.
Næmingar, ið eru í sóttarhaldi ella hava haft korona í jólafrítíðini, skulu fylgja leiðreglunum frá landslæknanum.
Um smitta ella sóttarhald hevur rakt tykkum, eiga tit at siga flokslæraranum frá.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í Sankta Frans skúla.
Vinarliga
Aslaug Olsen
Skúlastjóri
Næmingaráðsval 2021/2022
- Næmingaráð skúlaárið 2021-22.docx (14.93 KB)
Lús staðfest í flokkinum
Lagt út: Mikudagin, 25.okt 2021 kl: 15.15
Lúsa tilburður er staðfestur og tí heita vit á øll um at hyggja eftir um barn tykkara hevur lús, umframt at kemba væl.
Til ber at les um lús á heimasíðuni hjá Gigni. Trýst her
http://gigni.fo/index.asp?pID={2AD47B54-3908-4F6E-81DF-A53166E5F9EC}
Boð 4. a
Góðu næmingar og foreldur.
Aftaná heystfrítíðina og restina av skúlaárinum 2021/2022 eri eg flokslærari í 4.a.
Tímatalvan er broytt eitt sindur. Eg havi flokkin í føroyskum, enskum og kristni.
Tað verður felags foreldrafundur fyri 4.a 28.oktober og viðtalurnar vera væntandi sum vanligt í november/desember
Er eitthvørt tit ivast í, eru tit vælkomin at ringja ella senda mær sms/teldupost.
Vinarliga Aggi, flokslærari
tel. 289003
t-post: aggi.asgeirsdottir@skulin.fo
Kunning til foreldur í 4.a
Góðu foreldur
Tykkara børn fingu eina ikki tilætlaða rokaliga byrjan uppá skúlaárið. Ætlaði flokslærarin fyri 4.a hevur verið sjúkraskrivað síðan skúlaársbyrjan. Av tí, at útlitini fyri at koma aftur í bræði ikki eru so góð, er hon nú farin í farloyvi til 31.januar 2022. Vit vóna at hon kann koma aftur tá. Eg havi sett Katrina Bech í starv fyri hana.
Vit hava sett Aggi Ásgeirsdóttir, sum flokkurin kennir, sum flokslærara restina av skúlaárinum. Samstundis havi eg gjørt nakrar broytingar viðvíkjandi fakbýtinum hjá flokkinum. Aggi fer at undirvísa í teimum málsligu fakunum tvs. føroyskt, enskt og kristni og Katrin kemur at vera roknilærari. Tey fáa nýggju tímatalvuna í dag
Vinarliga
Aslaug Olsen
Skúlastjóri
Sankta Frans skúli
Telefon 282536
aslaug.olsen@skulin.fo
Kom og les, 2021
- Kom og les 2021.docx (12.89 KB)

Næmingabýtið til handaverk og list er at finna undir vikuætlanini (Excel-fíla)
Sum avtalað á foreldrafundinum, so havi eg stovnað eina felags konto til 3. a.
Henda konto verður brúkt til heftir, útferðir o.a.
Vit avtalaðu at flyta 100 kr. inn um ári.
Kontunr.: 9865-3147473
Minst til at viðmerkja navn á næminginum.
Vh. Elin Joensen
Facebook: SFS 2018a
- dreingir svimja líka viku
- gentur svimja ólíka viku
- svimjibrillur eru ein ómetalig góð hjálp, tá man skal læra seg at svimja