Boð 1.b

 

Kæru foreldur og avvarðandi

Í hesum teigi nevndur "boð" finna tit umráðandi kunning um flokkin og skúlan; tað veri seg tiltøk, viðtalur ella felags fundir.

Skilagott er at hyggja regluliga inni í hesum teigi.

Framhaldsdeild

Kæru foreldur og avvarðandi annars

Hósdagin 18. og fríggjadagin 19. november verða foreldraviðtalurnar.

Í fyrsta flokki eru tær tvær í tali.

Í minsta lagi eitt foreldur ella vaksin, ið varðar at barninum, skal møta upp. Viðtalurnar eru eitt korter til longdar, og fara vit at gera okkara ítarsta at halda ásettu tíð.

Viðtalan er avmarkað til vaksin einans - tað vil siga ongin næmingur, onki barn.

Hjástødd eru Katrin Beck og eg, Agga Niclasen.

Um tíðirnar, sum koma í næstum, eru fullvegis óynskiligar, íðan, tá skifta tit um innanhýsis - tit hava fingið foreldralistan.

Við vón um stundvísi og dygga undirtøku,

Katrin og Agga

Sankta Frans dagur

Mánadagin er skúladagur, men eingin vanligur skúladagur.

Dagurin er sonevndur skemafríur dagur, sum merkir, at vanlig skúling ikki er á skrá.

Ístaðinfyri møta vit í 1.b í góðari tíð, tí at vit skulu vera í fimleikarhøllini kl. 8 'sharp'.

Har verður morgunsangur, Sólsangurin eftir Frans úr Assisi, sungin og onkur framførsla. Síðani kemur lív í, har flokkar og flokslærarar luttaka í ymsum kappingum.

Hetta heldur á til kl. 9:30, so fríkorter. Tástaðni fara vit at hugna okkum í flokkinum við Eskimo-ísi. Tey av børnunum, ið ikki tola henda, fáa saftís, sum eg havi keypt.

Annars er tað frítíðarskúlin, ið avheintar kl. 12:35.

Kh,

Agga

Foreldrafundur 
 
Kæru foreldur 

Týsdagin 7. september kl. 18 verður foreldrafundur hjá fyrsta flokki í Sankta Frans skúla.  
Endamálið við fundinum er at koma nærri inn á ymisk praktisk viðurskifti, harímillum uppsparing til námsferð, foreldraumboð og vikuætlan. 
Eisini fáa tit møguleika at seta spurningar, um ivamál er um eitthvørt. 
Tey, ið varða av 1.a, møta í 1.a; meðan tey, ið varða av 1.b, møta í 1.b. 
Hetta er fundur uttan børn. 
Aftaná loknan fund verður drekkamunnur.


Kærar heilsur, 
Saranja og Agga 

Hey tit

Í morgin, hósdagin, fáa næmingarnir eitt bræv um skúlamjólk fyri skúlaárið 2021/22 heim við.

Slíkt bræv, av tí at tað kemur frá skúlanum, fer at liggja í postmappuni, sum allir næmingar eiga - og liggur í taskuni.

Kh,

Agga

Kæru foreldur

Vit, ið varða at 1. flokkunum, ætla at leggja nokkso nógv fyri til tess at samansjóða flokkarnar, a og b.

Hartil hava vit fingið samstarv í lag við Rebekku á Neystabø Jacobsen, flokslærari í 5.a, og fara vit trý at skipa fyri regluligum samkomingum undir navninum "Stutt og greitt", har ymiskt skapandi er á skrá.

Vit velja at trúgva, at hetta fer at knýta bond og styrkja um felagsskapin og samlaða skúlaupplivilsið.

Vit leggja út fríggadagin 3. september, har 5.a fer at hava framløgu fyri 1.a og b.

Rebekka, Saranja og Agga

Hey tit

Tit, sum enn ikki eru í fb-bólkinum, kunnu tit vinaliga fáa hetta í lag skjótast til ber.