Heilsufrøðingur

Elsa Mortensen, heilsufrøðingur

Eri á skúlanum mánadag og mikudag.

Tlf. 562333 millum kl. 8 og 9

 

Heilsufrøðingurin sær næmingarnar eina ferð um árið. 

Hon skal kanna sjónina á hvørjum ári, hoyrn og litsans í 1. og 7. flokki, hædd og vekt í forskúla og 1. flokki.
Eisini tosar hon við næmingarnar um eitthvørt, sum hevur við heilsuna at gera. Tað kann vera í smærri bólkum ella nakrar næmingar saman.

Næmingar og foreldur eru vælkomin at spyrja um heilsu, trivna, menning, fyribyrging o.a.
Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Eisini kann avtala verða gjørd um samstarv við aðrar yrkisbólkar, t.d. lærarar og læknar.