VoisIT
Hetta forriti kann umseta talu til tekst.
Forriti kann takast niður her umvegis leinkini niðanfyri:
Hetta amboð kann brúkast av næmingunum, sum eru orðblind ella eru lesið og skriviðveik.
Forriti kann lesa upp tekst, stuðla uppundir skriving og veita skrivið vegleingar.
Forriti kann takast niður sum ''plug'-in/udvidelser'' á Chrome browsarum.
Innritan: Næmingar nýta (uni-login), og rita inn við teirra dømi@skulin.fo teldupost at rita inn við
Teldutala.fo
Hetta forriti er tað besta á marknaðinum til at lesa upp tekst upp á føroyskum.
Tað ber til at upploada eitt word skjal, skriva sjálvur, ella kopiera ein tekst inn.
Heimasíðan kann finnast her Teldula.fo
Gevið gætur!
Er man undir 18 ár, so skal tað verða eitt foreldur sum stovnar ella gevur loyvið til at stovna brúkarin.
Nota Bibliotek
Nota er eitt gratis talgilt bókasavn til fólk ið hava ein staðfestan lesitrupuleika.
Nota gevur atgongd til mest sum allar skúlabøkur, fakbøkur og fríyrkisbøkur á donskum.
Á savninum kunnu brúkarir lurta eftir ljóðbókum, ella heinta bókina niður sum pdf ella word fílu.
Skúlin kann søkja um atgongd vegna ein næming, um næmingurin hevur fingið staðfest ein viðkomandi lesitrupuleika.
Heimasíða: Nota.dk
Sprotin.fo - Kanna føroyskan tekst
Her kunnu næmingar kopiera ein tekst, og seta hann inn í ein teig, og fáa víst um teksturin skal rættast.
Neyðugt er at trýsta á teigin uttast til høgru á sprotanum, fyri at fáa røttu síðuna fram.


