100 daga veitsla 29.02.2021

Sooooo.... er endiliga veitsludagur í forskúlanum :) Vit hava verið nakað so spent til dagin í dag. Vit byrjaðu sum vant við morgunsangi og sangløtu. Vit hava lært okkum ein sang til høvi, hann eitur "100 mýs". Tá vit høvdu gjørt kalendaran og talt dagarnar, fóru vit at spæla eitt 10 tabell spæl. Anna hevði goymt tabel kort í øllum skúlanum og tað var als ikki so lætt at finnað kortini, sum vit vantaðu. Síðani fóru vit út at fáa okkum fríska luft og tá vit komu inn aftur fingu vit lekkra frukt, sundkist og muffin/ís omaná. Vit fingu eina plátu hvør til, at telja 100 Cheerios á, 10 stk í hvønn runding. Síðani fingu vit hvør sítt lastik og gjørdu okkum eitt Cheerios hálsband.

Alt í alt ein sera stuttligur, læruríkur og spennandi dagur.