Verkætlan “TALV” 05.02.2021

Aftur í dag hava vit havt ein spennandi og læruríkan dag. Vit settu skjøtil á okkara langtíðarverkætlan “TALV”.

Aftaná vit høvdu veri í fríkorter, skundaðu vit okkum at eta matpakka og síðani gekk leiðin oman í skúlan, har Jógvan, okkara gestalærari tók í móti okkum.

Hann nýtti eina so flotta talvu til at greiða okkum frá um talv. Vit byrja við, einans at nýta Finnurnar og Kongin. Hetta fyri at læra okkum mannagongdirnar hjá teimum. Sum frá líður, koma hini talvfólkini við í leikin.

Sum tit síggja á myndunum, lá tað sera væl fyri hjá okkum at telva. Nøkur børn høvdu longu kunnleika til talv og tey løgdu lag á hjá hinum børnunum.