Jólahugni 16.12.2020

Í dag hava vit havt jólahugna. Tíðan verri dansaðu vit ikki jólatræ orsaka av Korona. Ístaðin sótu vit niðri og sungu jólasálmar og sangir. Eisini segði Aslaug okkum frá um jólaevangeliið. 5. flokkur spældi jólaleik fyri okkum. Altso sum tey dugdu væl og vit gleða okkum nógv til vit koma í 5.flokk og skulu spæla jólaleik ;) Leikurin snúði seg um eina familju, ið búði í Kirkjubø og eina vættur, ið búði hjá teimum og tað hevði hon gjørt í rættiliga nógv ár. Henda vættur argaði húsfólkið, tí tey høvdu lyndi til at gloyma hana. Alt endaði tó gott :) Vit vóru vís í at handan vætturin kendi væl Huldu Sámal, sum kom og á vitjan tá vit vóru í útferð Kirkjubø :) Jólamaðurin kom eisini á gátt og vit fingu karamellir.

Síðani gekk leiðin niðan í flokkshølini, har tað var fínt dekka borð við sodavatni og søtmeti. Anna læs okkum eina jólasøgu og vit hugnaðu okkum til vit fóru í frítíðarskúla :)