Foreldraviðtalur

Kæru foreldur og avvarðandi annars.


Hósdagin 1. og fríggjadagin 2. februar verða foreldraviðtalurnar. 
Í triðja flokki er bert talan um ta einu viðtaluna. 

Í minsta lagi eitt foreldur ella vaksin, ið varðar at næminginum, skal møta upp. Hesuferð skulu næmingarnir við.  
Um eitthvørt er, sum næmingurin ikki skal vita, fer næmingurin út síðstu løtuna av viðtaluni. 

Viðtalurnar eru eitt korter til longdar, og fara vit at gera okkara ítarsta at halda ásettu tíð. 
Hjástødd eru Katrin Beck og eg, Agga Niclasen. 

Um tíðirnar, sum koma í næstum, eru fullvegis óynskiligar, íðan, tá skifta tit um innanhýsis - tit hava fingið foreldralistan. 

Við vón um stundvísi og dygga undirtøku, 
Katrin og Agga 

Boð 3.b

 

Kæru foreldur og avvarðandi

Í hesum teigi nevndur "boð" finna tit umráðandi kunning um flokkin og skúlan; tað veri seg tiltøk, viðtalur ella felags fundir.

Skilagott er at hyggja regluliga inni í hesum teigi.