Árshjólið 10/2-20

Í síðstu viku var ein uppgáva í Hervør og Høgna, at vit skuldu seta føðingardagar hjá øllum í flokkinum við rætta mánaðin. Vit steðgaðu tó ikki har, men hava síðan arbeitt víðari við hesum í føroyskum og gjørt okkara egna árshjól við árstíðum, mánaðum og føðingardøgum. Í dag løgdu vit seinastu hond á hjólið, sum nú hongur í stovuni.