Fundarfrásøgn 2009/10

Fundarfrásagnir 2009/10

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10

Mikudagin 2. sep. 2009 kl. 17.00 – 18.00

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Annika Krosstein, Jan Christiansen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.
Levi Mørk og Óluva Zachariasen høvdu forfall.

Fundarskrá:
1. Fundarbókin
2. Kunning
3. Fundur við samstarvsfólk skúlans
4. Ymiskt

Ad. 1 Fundarbókin
Fundarbókin var lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning:
Selmar kunnaði frá fundi 22. juni í ár um skúlabyggingina.
Býráðsformaðurin, sum var við á fundinum, greiddi frá, at útlitini at fáa fígging til vega vóru ikki góð í løtuni, men hann vildi royna at loysa málið.

Skúlin fer aftur í ár at luttaka í First Lego League kappingini við tveimum bólkum.

Skúlin skipar í september mánað fyri rørsludøgum. Meira kunning um hetta er á heimasíðu skúlans.

Lærarar skúlans hava fingið farteldur. Í løtuni verður arbeiðsrúm gjørt til lærarar. Arbeiðsrúmið kann væntandi takast í nýtslu eftir heystferiuna.

Ad. 3 Fundur við lærarar
Skúlastýrið hevur fund við lærarar skúlans 30. september kl. 19.00. Formaðurin ger skránna, sum skúlastjórin kunnar lærararnar um á lærarastovuni og á ráðstevnuni.

Ad. 4. Ymiskt
Skúlastýrið sendir skriv til Býráðið um skúlabyggingina.

Fundurin lokin kl. 18.00

Frank Jacobsen Annika Krosstein Torkil Dahl

Jan Christiansen Selmar Jacobsen

 

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10

Mikudagin 4. nov 2009 kl. 17.00 – 18.30

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Annika Krosstein, Jan Christiansen, Levi Mørk, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen

Fundarskrá:
1. Fundarbókin
2. Kunning
3. Fundur við lærarar skúlans
4. Ymiskt


Ad. 1 Fundarbókin
Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2 Kunning:
• Selmar kunnaði um skriv frá Heðin Mortensen um skúlabyggingina. Býráðsformaðurin sigur, at arbeitt verður við at útvega fígging, so arbeiðið kann byrja í hesun árinum
• Frank hevði ikki fingið svar frá Tórshavnar kommunu um fyrispurningi viðvíkjandi skúlabyggingini.

Formaðurin rykkir eftir svari

Ad. 3 Fundur við lærarar
Skúlastýrið hevði fund við lærarar skúlans 4. nov. kl.19.00. Hesin fundur skuldi vera 30. september, men vegna forfall var fundurin útsettur til í kvøld. Skráin liggur á ráðstevnuni hjá lærarunum.

Ad. 4 Ymiskt
Einki mál undir ymiskum

Fundurin lokin kl. 18.30.

Frank Jacobsen Annika Krosstein Torkil Dahl Jan Christiansen

Óluva Zachariasen Levi Mørk Selmar Jacobsen

 

Frásøgn frá fundi við samstarvsfólk skúlans Skúlaárið 2009/10

Mikudagin 4. nov. 2009 kl. 19.00 – 21.00

Møtt á fundi: Frank Jacobsen, Annika Krosstein, Óluva Zachariasen, Levi Mørk, Torkil Dahl, Selmar Jacobsen og lærarar skúlans.
Jan Christiansen hevði forfall.

Fundarskrá:
Nýggja skúlastýrið
Hvat skúlastýrið fer at arbeiða við
Viðmerkingar og hugskot frá lærarunum
Ymiskt

Te/kaffi og prát

Formaðurin bjóðaði vælkomin og segði, at hann vónaði, at vit fingu ein góðan fund, har øll kundu koma til orðanna. Síðani greiddi hann frá, hvørji sótu í skúlastýrinum. Skúlastýrið ætlar at gera eina trivnaðarkanning millum lærarar, næmingar og foreldur. Endamálið er at kanna, hvussu trivnaðurin er og um nakað kann gerast betri.
Lærarar tóku sum heild undir við hesum. Eisini var skúlastýrið áhugað í, hvussu vit í Sankta Frans skúla skuldi eftirmeta úrslitið hjá næmingunum, so eftirmetingin tók alt við, bæði fakligar og sosialar førleikar. Lærarar vístu á, at á foreldraviðtaluni fáa foreldur at vita, hvat barnið dugur og hvussu tað er fyri sosialt
Skúlastýrið hevur sum mál at fáa eina fruktskipan í lag. Hetta kann skipast soleiðis, at foreldur hvønn dag geva barninum frukt/grønmeti við í skúla.
Í samstarvinum millum skúla og heim hildu lærarar, at samstarvið var gott. Foreldraráðini í flokkunum skipa fyri einum hugnakvøldi um árið, har øll møtast og hugna sær og fáa eina máltíð. Eisini varð tosað um at “branda” skúlan

At enda takkaði formaðurin fyri góðan fund.

Fundur lokin kl. 21.00

Frank Jacobsen Annika Krosstein Óluva Zachariasen

Levi Mørk Torkil Dahl Selmar Jacobsen

 

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10

Hósdagin 10. des. 2009 kl. 18.00 – 18.40

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Jan Christiansen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.
Levi Mørk, Annika Krosstein og Óluva Zachariasen høvdu forfall.

Fundarskrá:
1. Fundarbókin
2. Kunning
3. Fundir komandi ár
4. Ymiskt

Ad. 1 Fundarbókin
Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning:
Selmar kunnaði um jólahaldið í skúlannum.

Ad. 3 Áseta komandi fundir
Skúlastýrið ásetti hesar fundir: 20. januar, 24. februar, 24. mars og 21. apríl.
Fundirnir byrja kl. 17.00

Ad. 4. Ymiskt
Formaðurin skrivar bræv til foreldur um fruktskipan.
Formaðurin hevur tosað við skúlastjóran í Norðskála/Oyrar skúla um teirra kanning av, hvussu foreldur vóru nøgd við undirvísingina í ymsum lærugreinum.
Formaðurin kannar víðari, hvussu møgulig kanning verður gjørd og hvat lærarar halda um slíka kanning

Fundurin lokin kl. 18.40

Frank Jacobsen Jan Christiansen Torkil Dahl Selmar Jacobsen

 

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10

Týsdagin 26. januar 2010 kl. 17.00 – 17.55

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Jan Christiansen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen. Levi Mørk, Annika Krosstein og Óluva Zachariasen høvdu forfall.

Fundarskrá:
1. Fundarbókin
2. Kunning
3. Skriv frá Mentamálaráðnum um broytingar í fólkaskúlalógini
4. Fundur við foreldur
5. Ymiskt

Ad. 1 Fundarbókin
Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning:
Selmar kunnaði um,
at lesiátak er frá 1. - 19. februar
at føroyskur dansur er frá 1 - 12. februar
at loppumarknaður fyri Haiti gav yvir kr. 14.000
Evnisviku, sum var í viku 2
at 10 samvirknar talvur eru bílagdar til skúlan

Frank kunnaði um,
at skriv er komið frá Tórshavnar kommunu, har sagt verður, at miðað verður eftir, at arbeiðið at byggja smábarnaskúlan til Sankta Frans skúla verður klárt at bjóða út fyri summarfrítíðina

Ad. 3. Skriv frá MMR um broytingar í fólkaskúlalógini
Skúlastýrið viðgjørdi skrivið um broytingar í fólkaskúlalógini og samdist um, at formaðurin samanfataði sjónarmiðini og sendi skriv til Mentamálaráðið.

Ad. 4. Fundur við foreldur.
Málið útsett til næsta fund

Ad. 5. Ymiskt
Formaðurin harmast um vánaligu uppmøtingina til skúlastýrisfundir.
Annika Krosstein boðar frá, at hon av persónligum orsøkum tekur seg úr skúlastýrinum. Næstvald á listanum, Christina Nolsøe, kemur í hennara stað.

Fundurin lokin kl. 17.55

Frank Jacobsen Jan Christiansen Torkil Dahl Selmar Jacobsen