Fundarfrásøgn 2010/11

Fundarfrásagnir 2010/11

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mikudagin 18. august 2010 kl. 17.00 – 19.10

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Christina Nolsøe, Levi Mørk, Hildur Gram og Selmar Jacobsen.
Jan Christiansen og Torkil Dahl høvdu forfall.

Fundarskrá:
1. Fundarbókin
2. Kunning
3. Arbeiðslistin
4. Eftirmeta skúlaárið 2009/10
5. Ymiskt

Ad. 1 Fundarbókin
Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2 Kunning:
Selmar kunnaði um
• at í august mánað verður skipað fyri tveimum rørsludøgum
• at rennidagurin verður í september mánað
• at nýbyggingin gongur eftir ætlan, sjálvt um jørðarbeiðið er nakað seinkað
• at í 1. flokki verður kanning gjørd um lesiførleika. Henda kanning verður aftur um 1 ár fyri at vita, hvussu framgongdin hevur verið. Foreldur eru kunnað um hesa kanning.
• at heitt er á skúlan, um at luttaka í verkætlan at royndarkoyra nýggju námsætlanirnar

Frank kunnaði um
• at skriv er komið frá týskarum, sum ætla sær at kanna málføri hjá nøkrum næmingum. Selmar setur seg í samband við teir.

Ad. 3 Arbeiðslistin
Skúlastýrið viðgjørdi og dagførdi arbeiðslistan.

Ad. 4 Eftirmeta skúlaárið 2009/10..
Skúlastýrið hevur arbeitt við fleiri málum og er serliga fegið um, at byrjað er at byggja nýggjan smábarnaskúla, sum eftir ætlan skal verða liðugur í apríl 2011.

Ad. 5 Ymiskt
Skúlastýrið sendir skriv til øll foreldur við áheitan um at geva børnunum frukt ella grønmeti við í skúla
Næstu fundinir í skúlastýrinum verða: 13. september, 18. oktober, 15. november og 6. desember, allar dagar kl. 17.00.

Fundurin lokin kl. 19.10

Frank Jacobsen Christina Nolsøe Hildur gram

Óluva Zachariasen Levi Mørk Selmar Jacobsen

 


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 13. september 2010 kl. 17.00 – 19.10

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Christina Nolsøe, Levi Mørk, Jan Christiansen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Fundarskrá:

1. Framløga við Sonna Djurhuus

2. Fundarbókin

3. Kunning

4. Ymiskt

Ad. 1 Framløga

Sonni Djurhuus legði fram kanning av Norðskála/Oyrar skúla árini 2005 – 2010. Henda kanning sæst eisini á heimasíðuni hjá kommununi.

Ad. 2. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 3. Kunning:

Einki mál undir kunning

Ad. 4. Ymiskt


Fundur við lærarar verður 18. oktober. Skúlastýrið hevur fingið Sonna Djurhuus at greiða frá um omanfyrinevndu kanning.


Fundurin lokin kl. 19.10


Frank Jacobsen ÓluvaZachariasen Christina Nolsøe Torkil Dahl

Levi Mørk Jan Christiansen Selmar Jacobsen

 

 

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 18. oktober 2010 kl. 17.00 – 18.50

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Christina Nolsøe, Levi Mørk og Jan Christiansen høvdu forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Kunning

3. Fyrireika fund við lærarar

4. Fyrireika fund við foreldur

5. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning:

Selmar kunnaði um, at 42 dansifólk úr Hvítarusslandi høvdu vitjað á skúlanum og framførdu dans og spæl fyri næmingunum. Næmingarnir vóru sera hugtiknir av framførsluni, sum vardi 1 tíma.

Ad. 3. Fyrireika fund við lærarar.

Formaðurin bjóðar vælkomin og greiður frá, hvat skúlastýrið hevur arbeitt við í farna árið. Síðani greiður Sonni Djurhuus frá um trivnaðarkanning. Lærarar koma við viðmerkingum.

Ad. 4. Fyrireika fund við foreldur.

Fundur við foreldur verður 18. november kl. 19.00. M. a. verður fyrilestur á skránni

Ad. 5. Ymiskt

Einki mál undir ymiskum

Fundurin lokin kl. 18.50

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Torkil Dahl Selmar Jacobsen


Frásøgn frá fundi við samstarvsfólk skúlans

Skúlaárið 2010/11

Mánadagin 18. okt. 2010 kl. 19.00 –20.40

Møtt á fundi: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen og lærarar skúlans.

Jan Christiansen, Levi Mørk, Christina Nolsøe og nakrir lærarar høvdu forfall.

Fundarskrá:

Vælkomin

Framløga av tonkum hjá skúlastýrinum

Framløga við Sonna Djurhuus í Norðskála/Oyrar skúla

Kjak

Te/kaffi og prát

Formaðurin bjóðaði vælkomin og segði, at hann vónaði, at vit fingu ein góðan fund, har øll kundu koma til orðanna.

Síðani greiddi hann frá, at skúlastýrið arbeiðir fyri at fáa Sankta Frans skúla at vera ein av bestu skúlum í landinum. Tað eru nógvir mátar at arbeiða við hesum, men ein háttur er at hava eina trivnaðarkanning.

Endamálið er at kanna, hvussu trivnaðurin er og um nakað kann gerast betri.

Í hesum sambandi hevur skúlastýrið heitt á Sonna Djurhuus um at greiða frá, hvussu tey gjørdu í Norðskála/Oyrar skúla og hvussu tey vóru nøgd við kanningina.

Sonni legði síðani kanningina fram og svaraði spurningum.

Sonni fór síðan av fundinum og síðani var kjak um trivnaðarkanningina og um Sankta Frans skúli skuldi royna eina slíka kanning.

Prátið gekk lívliga eina løtu og fyrimunir og vansar við eini trivnaðarkanning vóru havdir á lofti. Endin var, at skúlastýrið bað lærarar um, at á fyrsta námsfrøðiliga fundi siga sína hugsan um eina kanning. Síðani skuldi henda niðurstøða leggjast fyri skúlastýrið.

At enda takkaði formaðurin fyri góðan fund

Fundur lokin kl. 20.40

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Torkil Dahl Selmar Jacobsen

 


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 15. november 2010 kl. 17.00 – 18.20

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Beinta Joensen, Jan Christiansen, Hildur Gram og Selmar Jacobsen.

Óluva Zachariasen, Torkil Dahl og Levi Mørk høvdu forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Kunning

3. Trivnaðarkanning

5. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning:

Selmar kunnaði um, at

· næmingar savnaðu kr. 7.500 inn til Aktion børnehjælp

· jólaroynd við 6. og 7. flokki verður 2. og 3. desember

· tær nýggju samvirknu talvurnar rigga væl og stuðla væl upp undir undirvísingina. Málið er, at í juni 2011 duga allir lærarar skúlans at nýta talvurnar. Tær grønu talvurnar eru enn í skúlastovuni.

· First Lego Leaque var 13. november. Tað luttóku 2 lið frá Sankta Frans skúla. Tað komu 2 steyp til høldar, so úrslitið var sera gott.

· sangløta er á skúlanum eina ferð um mánaðin, har næmingar og lærarar syngja saman

· skúlin bjóðar lektiuhjálp til næmingar aftaná skúlatíð

· allir næmingar fáa frálæru í talvi

· tvær nýggjar kunngerðir eru komnar. Tær eru um skúlavegleiðing og reglur um at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini.

· nýggi skúlin stendur klárur at taka í nýtslu í apríl 2011.

 

Ad. 3. Trivnaðarkanning.

Formaðurin helt, at tíðin ikki var búgvin at fara undir trivnaðarkanning. Best at lata evnið sodna eina tíð

 

Ad. 5. Ymiskt

Einki mál undir ymiskum

 

Fundurin lokin kl. 18.20

Frank Jacobsen Beinta Joensen Hildur Gram

Jan Christiansen Selmar Jacobsen

 


Frásøgn frá felags foreldrafundi 18. november 2010 kl. 19.00 - 20.40


Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Beinta Joensen, Levi Mørk, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Fundarskrá:

1. Vælkomin

2. Formansfrágreiðing

3. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, heldur fyrilestur um børn og netmiðlar

4. Ymiskt

Kaffi, te og køkur var at fáa.

Ad. 1

Vælkomin

Formaðurin ynskti øllum foreldrum og lærarum vælkomnum til fundin og serliga vælkomin var Ingunn Eiriksdóttir. Síðani greiddi hann frá, hvør sat í skúlastýrinum

Ad. 2.

Formansfrágreiðing

Formaðurin vísti á nøkur mál, sum skúlastýrið hevur arbeitt við.

Kanningar hava víst, at børn, sum dagliga fáa frukt í skúlanum, eru yvirhøvur betri fyri, tá tað snýr seg um at fylgja við í skúlanum. Tí heitti skúlastýrið í heyst á øll foreldur um at geva børnunum frukt ella grønmeti við í skúla.

Talgildar talvur eru komnar í øll flokshøli og lærarar hava fingið farteldur, so at fyritreytir fyri góðari frálæru eru til steðar.

Skúlastýrið arbeiðir eisini við at gera eina trivnaðarkanning um trivnað millum lærarar og næmingar og hvat foreldur halda um skúlan

Skúlastýrið leggur dent á, at samstarvið millum heim og skúla er gott.

Formaðurin vísti eisini á kunngerðina um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini

Í fleiri ár hevur verið nógv orka lagt í at útvega betri høli til innskúlingina. Hetta er nú eydnast og komandi skúlaár flyta forskúlin og 1. flokkur í nýggj høli.

Ad. 3. Fyrilestur

Ingunn Eiriksdóttir helt áhugaverdan fyrilestur um børn og netmiðlar. Serliga legði hon dent á, at foreldur lærdu børnini at brúka internetið upp á tann góða mátan. Tosa við børnini, hvat er rætt og hvat er skeivt at gera.

Tað eru nakrar mannagongdir, sum mugu haldast. Ein av hesum er at halda loyniorðið loynt fyri øllum.

Millum annað nevndi hon, at heimasíðan “face-book” hevur sjálv ásett eitt 13- ára aldursmark fyri at gera vangamynd.

Eisini bað hon foreldur um at “google” seg sjálvan, fyri at fáa at vita, hvat internetið sigur um tey.

Ingunn vísti eisini á, at børn í dag viðhvørt samanblanda veruliga og digitala lívið.

Øll áhugað fingu eisini vegleiðingarskriv um internetnýtslu

Ad. 4. Ymiskt

Einki undir ymiskum


Fundur lokin kl. 20.40

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Beinta Joensen Torkil Dahl

Levi Mørk Jan Christiansen Selmar Jacobsen


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 6. desember 2010 kl. 19.00 – 20.00
Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Beinta Joensen, Jan Christiansen, Torkil Dahl, Levi Mørk og Selmar Jacobsen.
Óluva Zachariasen hevði forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 5. Ymiskt

Frank heitti á limirnar um at taka kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 við til komandi fund.

Næstu fundirnir í skúlastýrinum verða: 10. januar, 14. februar, 14. mars, 11. apríl og 16. mai, allir dagar kl. 17.00

Fundur lokin kl. 20.00

Frank Jacobsen Beinta Joensen Torkil Dahl

Jan Christiansen Levi Mørk Selmar Jacobsen

 


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 10. januar 2011 kl. 17.00 – 18.00

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Christina Nolsøe, Torkil Dahl, og Selmar Jacobsen.

Óluva Zachariasen, Jan Christiansen og Levi Mørk høvdu forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Kunning

3. Kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010

4. Útbyggingin skjótt liðug

5. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning

Selmar kunnaði um:

at jólahaldið í skúlanum í ár var gott, næmingar,foreldur og lærarar vóru vælnøgd

at innskriving til forskúlan og 1. flokk verður 24. og 25. januar

at foreldraviðtalurnar byrja í komandi viku

at skúlin hevur fingið játtað fíggjarætlan fyri komandi ár. Lønarhækkanin á 1% er ikki íroknað

at lívsstílkanning verður gjørd av øllum næmingum í 7. flokki í februar mánaði

at Óli Rubeksen, SSP – ráðgevi vil kunna skúlastýrið um arbeiði hjá SSP.

Ad. 3. Kunngerð nr. 68

Samtykt var, at skrivarin sendur tilbúgvingarætlans og trivnaðarætlans skúlans til øll í skúlastýrinum, at lesa ígjøgnum til komandi fund

Ad. 4. Nýggi skúlin

Útbyggingin verður skjótt liðug. Væntandi verður skúlin klárur at taka í nýtslu áðrenn summarfrítíðina. Skrivarin kannar, hvør skipar fyri móttøku í hesum sambandi

Ad. 5. Ymiskt

Einki undir ymiskum


Fundur lokin kl. 18.00

Frank Jacobsen Christina Nolsøe Torkil Dahl

Selmar Jacobsen


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mánadagin 14. februar 2011 kl. 17.00 – 19.00

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Jan Christiansen , Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Levi Mørk og Christina Nolsøe høvdu forfall

Fundarskrá:

1. SSP

2. Fundarbókin

3. Kunning

4. Ymiskt

Ad. 1. SSP

Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, greiddi frá um SSP. SSP stendur fyri skúli – sosialir mynduleikar – politi. Greitt varð frá bygnaðinum í SSP.

Í ár verður serligur dentur lagdur á foreldrasamstarv og rús millum ung.

Í hesum sambandi er prentað eitt hefti við heitinum “Samspælið “, sum serliga er ætla foreldrum. Óli Rubeksen segði, at hann ella onnur, sum arbeiða innan SSP, eru til reiðar at veita eina hjálpandi hond, um foreldur hava hug at skipa fyri kvøldi, har m.a. Samspæl var á skránni.

Síðani fór Óli Rubeksen av fundinum.

Ad. 2. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 3. Kunning

Selmar kunnaði um:

at Kom og les tiltakið byrjaði 7. november

at skúlabyggingin væntandi verður liðug í mai mánað.

Ad. 4. Ymiskt

Komandi skúlaár eru 3 dagar, sum skúlin kann leggja. Nakrir skúlar eru áhugaðir at leggja hesar dagar aftur at páskafrítíðini, soleiðis at páskafrítíðin er frá leygardegnum 31. mars til sunnudagin 15. apríl.

Lærararnir í Sankta Frans skúla vilja heldur leggja frídagarnar í samband við føstuhaldið, so ein frídagur verður týsdagin 21. februar, dagin eftir fastalávintsmánadag. Hinir dagarnir verða lagdir hósdagin 3. mai og fríggjadagin 18. mai, tí 4. mai og 17. mai eru ávikavist Dýri biðidagur og Kristi Himmalsfaradagur. Skúlastýrið tók undir við hesum.

Fundur lokin kl. 19.00

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Torkil Dahl

Jan Christiansen Selmar Jacobsen

 


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mikudagin 13. apríl 2011 kl. 17.00 – 18.35

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen, Jan Christiansen, Levi Mørk, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Christina Nolsøe hevði forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Kunning

3. Trivnaðarátak

4. Skriv frá skúlastýrinum í Kommunuskúlanum

5. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning

Selmar kunnaði um evnisviku, sum var í skúlanum 28. mars til 2. apríl. Evnið var: “ Ein ferð ígjøgnum føroyskt”. Evnisvikan var sera væl eydnað, og bæði lærarar og næmingar mettu, at øll høvdu fingið nógv burturúr. Sjeyndu flokkarnir høvdu valt eitt annað evnið. Hetta snúði seg um at sammeta Afrika og Suðuramerkia landafrøðiliga. Eisini 7. flokkarnir vóru sera væl nøgdir við úrslitið.

Páskahald verður í Mariukirkjuni 15. apríl. Næmingar og lærarar skipa fyri.

Arbeiðið at byggja smábarnaskúlan er steðgað. Væntandi verður steðgurin ikki longri enn eina viku, so skúlin verður hóast alt liðugur til nýggja skúlaárið.

Selmar legði skjalið, “ Mál fyri Sankta Frans skúla” fyri skúlastýrið. Evnið verður tikið upp aftur á næsta fundi.

Ad. 3. Trivnaðarátak

Torkil Dahl greiddi frá Trivnaðarætlanini hjá Sankta Frans skúla. Skúlastýrislimir skulu til næsta fund hava lisið hana og gjørt møguligar viðmerkingar.

Ad. 4. Skriv frá skúlastýrinum í Kommunuskúlanum

Frank kunnaði um skriv frá skúlastýrinum í Kommunuskúlanum, har teir greiddu frá einum rørslutiltaki, sum ætlanin var at skipa fyri. Formaðurin metti, at stundir ikki vóru at fyriskipa og luttaka í øllum tiltakinum, men mælti til, at skúlastýrið heitti á foreldur um at taka undir við, at børnini hesa ávísu viku antin gingu ella súkklaðu í skúla, um tað er gjørligt. Foreldrini fáa kunning um tiltakið.

Ad. 5. Ymiskt

Einki undir ymiskum

Fundur lokin kl. 18.35

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Torkil Dahl

Jan Christiansen Levi Mørk Selmar Jacobsen


Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2010/11

Mikudagin 16. mai 2011 kl. 17.00 – 18.40

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Christina Nolsøe, Jan Christiansen, Torkil Dahl og Selmar Jacobsen.

Óluva Zachariasen og Levi Mørk høvdu forfall

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Kunning

3. Trivnaðarátak

4. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Kunning

· Skúlaleiðarin kunnaði um, at

· næmingarnir í 6. og 7. flokkunum fara til skrivliga roynd í føroyskum, donskum og støddfrøði í mai mánað

· næmingarnir í 7. flokkunum fara á seturskúla í Danmark og Norðurtýsklandi í døgunum 19. mai – 30. mai

· Jákup Lindberg gevst sum varaskúlastjóri 30. juni 2011

· nýggi skúlabygningurin til forskúlan verður tøkur til skúlaársbyrjan, men at byggingin er nakað seinkað, og tí verður skúlin ikki liðugur í mai, soleiðis sum upprunaliga ætlað.

Ad. 3. Trivnaðarátak

Skúlastýrislimir hava fingið ymiskt tilfar at hyggja ígjøgnum. Formaðurin ynskti, at meira stóð í trivnaðarætlanini um fyribyrgjandi arbeiði.

Ad. 5. Ymiskt

Einki mál varð viðgjørt undir ymiskum

Fundur lokin kl. 18.40

Frank Jacobsen Christina Nolsøe Torkil Dahl

Jan Christiansen Selmar Jacobsen