Fundarfrásøgn 2011/12

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2011/12

Mikudagin 3. oktober 2011 kl. 17.00 – 18.40

Á fundi vóru: Frank Jacobsen, Óluva Zachariasen,Torkil Dahl, Levi Mørk og Selmar Jacobsen.

Christina Nolsøe og Jan Christiansen høvdu forfall.

Fundarskrá:

1. Fundarbókin

2. Farna árið

3. Mál at arbeiða við í ár

4. Fundur við samstarvsfólk skúlans

5. Fundur við foreldrini

6. Ymiskt

Ad. 1. Fundarbókin

Fundarbókin varð lisin og góðkend

Ad. 2. Farna árið

Formaðurin greiddi frá arbeiðinum farna árið. Eitt evnið, sum arbeitt hevði verið við, var happing. Formaður ynskti á fundi við lærarar at fáa teir at taka evnið upp, hvussu teir arbeiddu við at fyribyrgja happing, og um hetta kundi gerast betri og á hvønn hátt.

3. Mál at arbeiða við í ár.

· Seta bólk at gera mál fyri skúlan

· Hvussu “ branda” vit Sankta Frans skúla.

· Kanna møguleikar fyri at fáa framhaldsdeild í skúlanum

· Nýggju námsætlanir, sum komu í gildi 1. august 2011

 

4. Fundur við samstarvsfólk skúlans.

Fundur við lærarar verður 9. november kl. 19.00

5. Felags foreldrafundur.

Fundur við foreldur verður 23. november kl. 19.00. Fáa Aud Joensen og Helgu Andreasen at halda fyrilestur um, hvussu børn læra at lesa. Eisini at fáa umboð frá Mentamálaráðnum at greiða frá um nýggju námsætlanunum

Ad. 6. Ymiskt

Einki mál varð viðgjørt undir ymiskum

Fundur lokin kl. 18.40

Frank Jacobsen Óluva Zachariasen Torkil Dahl

Levi Mørk Selmar Jacobsen