Fundarfrásøgn 2012/13

Fundarfrásøgn 23/01-2013

 Fundirnir hjá skúlastýrinum eru ásettir at verða 1. mikudag í hvørjum mánaði kl. 18.00.

 Skúlastýrið fekk heilsað upp á Boga Andreasen, sum er skúlastýrislimur fyri kommununa.

Hin skúlastýrislimurin er Bjørghild Djurhuus, hon hevði ikki fingið boð til fundin. Boðini vóru farin til Helenu Dam á Neystabø.

Tosað var nógv um tilmeldingina til 1. flokk og forskúlan. Allir limirnir hildu, at her skuldi ein betur lýsing gerast fyri at fáa flest møgulig børn í Sankta Frans skúla á hvørjum ári.

Framhaldsdeild var eisini á skránni. Avgjørt var, at nýggj umsókn skal sendast til allar kommunustýrislimir og umsitingina hjá Tórshavnar Býráð. Nýggj umsókn skal verða gjørd á næsta fundi.

 Mál til næsta fund 06/02-2013:

Umsókn um framhaldsdeild.

Arbeiðslisti.

Fíggjarætlan fyri 2013.

 

Á fundi: Katrin, Frank, Jan, Bogi, Torkil og Jóhan