Fundarfrásøgn 2015/16

Frásøgn frá skúlastýrisfundi í Sankta Frans skúla skúlaárið 2015/16

Hósdagin 1. oktober 2015 kl. 17.15 – 18.40

Á fundi vóru: Katrin Dagbjartsdóttir, Frank Jacobsen, Jan Laursen, Ragnar Simonsen og Selmar Jacobsen.


Skrá:
Fundarbókin

Ferðslan í Varðagøtu

Framhaldsdeild í Sankta Frans skúla

Hálvtak í ovara skúlagarði

Súkklustativ

Fyrispurningur um handbóltflokk

Ymiskt.

 

Ad. 1. Fundarbókin samtykt

Ad. 2. Ferðsluviðurskiftini í Varðagøtu.

Stella Maris Vøggustova, Sankta Josef Barnagarður og Sankta Frans skúli hava sent skriv til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu, har gjørt er vart við ferðslutrygdina í Varðagøtu, serliga uttanfyri hesar tríggjar stovnar.

Heitt er í skrivinum á umsitingina um at bøta um trygdina.

Ad. 3. Framhaldsdeild í Sankta Frans skúla.

Í februar mánað 2015 vóru foreldur spurd, um tey ynsktu framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Av foreldrunum, sum svaraðu, ynsktu 98%, at framhaldsdeild var sett á stovn í Sankta Frans skúla, meðan 2 % svaraðu nei.. Skúlastýrið í Sankta Frans skúla hevur tikið hesi ynski til eftirtektar og fer at seta seg í samband við Tórshavnar kommunu, um at fáa framhaldsdeild setta á stovn

Ad. 4. Hálvtak í ovara garði.

Lærarar ynskja, at fáa hálvtak í ovara garði, eins og tað var fyrr. Sum nú er, hava næmingar einki stað, har teir kunnu vera í lívd í fríkorterinum, tá regn og vindur er. Arbeitt verður við málinum og í løtuni verður bíðað eftir umsitingini, sum hevur játtað pengar til skúlagarðar hjá skúlum í Tórshavnar kommunu. Nú verður bíðað eftir, hvussu stóra játtan Sankta Frans skúli fær í sín part.

Ad. 5. Súkklustativ.

Í løtuni eru ikki peningur tøkur til hetta.

Ad. 6. Fyrispurningur um handbóltsflokk.

Skúlastýrið metir, at umstøður eru ikki á skúlanum at hava handbóltsflokk. Forkvinnan svarar fyrispurninginum.

Ad. 7. Ymiskt.

Hugskot var frammi, um at søkja Mentamálaráðið um stuðul sum royndarprojekt, at seta námsfrøðing at hjálpa til í fríkorterinum og at hjálpa til í felagstiltøkum í trivnaðarmálum.

 

Fundur lokin kl. 18.40