Boð

FIFA 11 for Health Kunnandi fundur verður mikudagin 30/11 kl 17 í sangstovuni

Skúlagongdin fyri Jól

Jólabókin!! Gevið mær pengar í dag mánadagin 21.11.16

Ongar fílur

Lummalyktakvøld verður týskvøldið 1.november 2016 kl 17-20

 

Hey kæru foreldur

Her ein fyrispurningur.

Fyri heyst tosaðu vit í flokkinum eitt sindur um Rómverjatíðina. Hetta, kanska serstakliga í samband við tað, at staburin í SFs fór til Italia, Rom og Assisi; og so tað, at eg hevði sæð dagførdu útgávuna av Ben-Hur, og bleiv eg inspireraður.

Vit sóu 'treylarir' av filmunum, bert treylarir. Eg forkláraði um gladiatorar og Circus Maximus. Børnini framúr áhugaði, fyri ikki at siga bergtikin. Og søgan, ella søgurnar, eisini sera áhugaverdar.

So lutvíst av hesum, men eisini tí, at tey enn ikki eru sloppin "at spæla", út í garðin ella hyggja film og so framvegis, segði eg við flokkin, at vit kanska fóru at hyggja at eitt nú The Gladiator.

Og hann er góður. Og dekan sigandi um tíðarskeiðið.

Men, og nú kemur tað!, filmurin The Gladiator er nokkso blóðugur. Vetið meiri enn eg roknaði við--og mintist.

Tí velji eg at spyrja tykkum, ið ultimativt varða at børnunum, hvat tit halda: er tað í lagi, at 5.b sær filmin; ella ikki?

Ivaleyst hava tey sæð "ógvusligari" enn hetta í heimliga gerandisdegnum, kanska!, men ábyrgdin er ein onnur innan skúlaregi.

Um tit geva loyvi, tá fari eg sita inni við teimum, eyðveri tað, men fari hartil at forklára teimum um filmin og geva neyðuga fyrireiking. Sjálvsagt.

Vinarliga gevið mær boð ella meining um hetta á agga.niclasen@skulin.fo

Virðingarfylst, Agga 

gg: Niðanfyri er leinkja frá Medierådet, ein meting, tó, frá ár 2000: 

http://www.medieraadet.dk/Soeg/afgorelse?vurdnr=1001533