Boð

Tá tit flyta pening inn á kontoina, so er at viðmerkja:

Navn á næmingi og flokk (7.a ella 7.b)

Upphæddin, sum er tykkara partur av 10% í depositum til safestay.com/edinburgh/ er:

kr. 321

kontonr. er:   6460 382.367.0

Fyrisøgn 23. august 2019

Sjúrður var júst komin úr skúlanum, og mamman hevði givið honum mjólk og nýbakað fransbreyð við rabarbusúltutoyi á. Tað var ikki so ofta, at mamman kundi vera heima og baka fransbreyð sum í dag. Sjúrður fekk oftast bakarabreyð til millummála, tá hann kom úr skúlanum. Hann plagdi at fáa sær sjálvur, tí mamman og pápin vóru til arbeiðis, tá hann kom heim.

Sjúrði dámdi væl at fáa nýtt bakarabreyð við birkes á. Men so skuldi tað eisini vera nýbakað. Tað bleiv so hart og turt, sjálvt um tað hevði ligið bara eina nátt. Mamma stroyddi aldrin birkes á fransbreyðið, tá hon bakaði. Tað hoyrdi ikki til, plagdi hon at siga. 

Mamma Sjúrð starvaðist á landssjúkrahúsinum.Hon arbeiddi viðhvørt um dagin og tað dámdi Sjúrði so væl, tí tá kom hon heim skjótt aftan á, at hann var liðugur í skúlanum. Hann bleiv heitur innan í bringuni og eitt sindur glaður, tá hann hoyrdi bilin hjá mammuni koma oman eftir vegnum.

Fyrisøgn til 8.februar 2019

Tá ið klokkan ringdi út seinastu ferð, hjálpti hvørki at lakka á øðrum beini ella at siga okkurt innantanna. Hon visti sær eingi onnur ráð. Tordi ikki úr garðinum og tordi heldur ikki at siga nøkrum, hvussu bangin hon var. Tað einasta hon visti at gera, var at blunda. Hon helt við báðum hondum um eyguni og kroysti andlitið inn í ein krók í garðinum.

Tá ið hon hevði staðið eina góða løtu, komu tvær stórar gentur, sum skuldu sama veg sum hon, og funnu hana har. Onnur rópti á hana. Enki svar. So prikaðu tær hana í ryggin. Tá ýldi hon, sum var illimaður í hølunum á henni. Tær royndu at lokka við bommum, men striltið gekk. At enda noyddist hon at venda sær við. Tá raplaði úr henni um risamannin, sum tók smágentur,  um ketildraktina, keppin og um ta hálvu, viðvendu pípina.  Tær stóru genturnar bara flentu og trúðu henni ikki. Tær søgdu tað vera tað bera tvætl, sum onkur hevði funnið uppá og bilt henni inn. Tann lítla gentan fekk ikki steðgað aftur at práta um mannin við tí hálvu, viðvendu pípuni.

Fyrisøgn til 25. januar

Kring jørðina í kavbáti kom út í Fraklandi í 1869. Hendingarnar í bókini byrja í 1866. Skip hava varnast eitt løgið fyribrigdi á havinum, og tað er til stóran ampa fyri skipaferðsluna. Stundum halda skiparar, at talan er um ein ovurstóran hval, sum ger seg inn á skip, men aðrir siga seg hava sæð eitt bjart, skínandi ljós.

Tá ið enska skipið Scotia verður fyri óhappi, tí okkurt hvast rennir á skipið og sker botnin upp, gerast øll forfard og uppøst. Holið er trýkantað og so snøgt, sum var tað sagað. Fólk krevja nú, at ovurstóri hvalurin verður týndur.

Skipið Abraham Lincoln verður bygt og rigga til og fer út á høvini at leita eftir hvalinum.Við eru serfrøðingar og teirra millum kendur professari úr Fraklandi saman við tænara sínum. Teir leita leingi eftir hvalinum. Langt um leingi koma teir fram á hann í Kyrrahavinum, og professarin og tænari hansara enda umborð á tí margháttliga hvalinum.

Fyrisøgn til 11. januar 2019

Í gomlum døgum hildu tey, at dreymar vóru boð frá gudunum, og tí var vanligt at hava dreymatýðarar. Vit kenna nøkur dømi frá Bíbliuni.

Summi fólkasløg halda, at sálin fer úr kroppinum og út at reika um náttina, og at dreymurin er sálin, sum sigur frá, hvar hon reikar, og hvat hon ger.

Granskarar siga, at dreymar koma úr dulvitinum. Dulvitið er alt tað, sum vit ikki vita til ella ikki minnast til av tí, sum vit hava upplivað, síðan vit vóru lítil. Tað er dult - goymt  og gloymt. Tilvitað er alt tað, sum vit vita til ella minnast, síðan vit vóru lítil.

Granskarar siga eisini, at tann ótilvitaði parturin í okkum er nógv størri enn tann tilvitaði. Lutfalsliga kann hetta berast saman við eitt ísfjall, har tað tilvitaða er parturin, sæst oman á sjónum, og tað ótilvitaða er parturin, er undir sjónum.

Fyrisøgn til 2. novembe

Trøll

Einaferð var tað eitt trøllahúski, sum búði í einum heyggi. Ein revahola var eisini í heygnum. Tætt við stóðu nøkur ross í tjóðri. Eina náttina folaði ein ryssa. Tá bóndasonurin kom út at flyta rossini, sá hann, at tað lítla fylið var smokkað niður í revagrøvina við afturbeinunum.

Drongurin royndi at draga fylið uppaftur, men til onga nyttu; hann fór tí eftir hjálp. Bóndin skeldaði; og helt, at tað mátti verið lætt at draga eitt neyðars fyl uppaftur. Men tá hann sjálvur skuldi royna, vildi heldur ikki bera til.

Nú vórðu fólk boðsend. Tey bundu eina línu í fylið og drógu av einslistum, men onki nyttaði. So var farið eftir tveimum rossum, sum skuldu draga, men fylið sakk longri og longri niður í jørðina, og endin varð, at tað hvarv. Í somu løtu hoyrdist látur úr neðra. Tað vóru trøllini, sum flentu, tí nú áttu tey fylið. Fólkini høvdu gjørt eitt stórt mistak. Um tey høvdu latið mammuna hjá fylinum drigið, hevði tað verið bjargað, tí ein ryssa hevur megi yvir sínum egna fyli.  

 

Fyrisøgn til 5. oktober 2018

Ein dagin bað Dánjal Leiv koma við sær út at rógva. Tað var gott veður og Leivur hevði frí úr skúlanum tann dagin. Hann helt tað vera stuttligt at sleppa á flot og takkaði fyri at Dánjal vildi lova sær við. So fór hann heim og spurdi um hann kundi sleppa. Mamman helt at tað mátti hann sleppa ein so vakran dag sum hendan tá ið tað var ein rættur maður sum Dánjal ið vildi hava hann við sær. Tá var frøi á Leivi. Hann bað abba sín læna sær eitt snøri og so skundaði hann sær oman aftur til Dánjal. Teir fóru ikki langt frá landi; men nógv var at fáa og Leivur kendi seg sum vaksnan mann tá ið hann um kvøldið kom berandi allan fiskin til hús. ( her vænta 8 komma, sum tit fara at finna við at seta x og o í skúlanum. :) )

Fyrisøgn til 24. apríl

Eg eri óynskt í skúlanum. Tey siga, at eg eri keðilig, frøknut, havi ongan stíl og eri so blást, at eg ikki eingang leggi í tað. Tey siga, at eg yndi meg inn hjá læraranum, hóast eg ikki geri tað.Tað er ikki loyvt at vísa, at man dámar at ganga í skúla og læra nýtt, ella at man hevur áhuga í onkrum serstøkum, sum tey flestu ikki síggja nakra meining í. Ger man tað, er man onki spennandi at vera saman við, bara ein nørdur. Tey vísa mær alla tíðina, at eg eri einki verd og siga, at eg líkist mest einum dreingi. Men  kann eg gera við, hvussu eg síggi út? Kann eg gera við, at mær dámar at fáast við djór, at spæla í fjøruni, fiska, renna og vera á fjalli? Kunnu gentur ikki gera tað, tær vilja? Kunnu ikki øll gera tað, tey vilja, so leingi tey ikki skaða nakran? .

Fyrisøgn til 17. apríl

Tað er akkurát, sum eingin er góður við meg, og at eg geri alt skeivt. Hví ert tú so vorðin? siga tey. Men hví skal eg vera akkurát sum Lív, fyri at tey skulu vera góð við meg? Eg kann ikki gera við, at tað er so ójavnt býtt her í verðini.

Kanska kemur alt av, at eg eri so mishátt. At Lív er nógv vakrari, hava tey altíð hildið, og ikki bara hildið, men eisini sagt tað. Hevði eg av illum havt eitt so fitt og snøgt navn sum hon! Eg veit ikki, hví tey endiliga skuldu kalla meg Nella fyri tað, um ein langomma æt so . Eitt lítið nell, grell, og frell, tað eri eg. Ólíka at itið Turið ella Beinta ella Sólrun.

Jóhanna hevði eisini verið gott, tí tað eitur ein, sum er góð við meg, nevniliga langomma. Hon tekur meg í forsvar og hevur eisini fleiri ferðir sagt við tey, at tey áttu ikki at gjørt handa mannamunin millum Lív og meg.

Fyrisøgn til 20. mars

Robinson Kruso var føddur í York í Onglandi í 1632. Hann fór ungur til sjós, hóast pápi hansara, var keypmaður, var hart ímóti tí.

Í 1659, tá ið Robinson var á veg heim úr Brasilia til Afrika, komu teir í óveður, og skipið fórst. Teir 16 menninir, ið vóru saman við honum við skipinum, spurdust ikki aftur.

Einsamallur var hann skolaður upp á eina óbygda oyggj. Skipsvrakið lá so tætt inni við land, at hann fekk bjargað sær amboð, vápn og aðra útgerð av skipinum, áðrenn tað hvarv. Í 28 ár var Robinson avbyrgdur á oynni.

 

Fyrisøgn til 12. mars

Eg eigi eina systur, sum eitur Lív. Hon er ein marra hjá mær,  og vita tit hví? Ikki tí at hon er órein og frek við meg ella argar meg ella sovorðið. Hevði tað verið ! So kundi eg lagt eftir henni, og hon skuldi fingið tað aftur í grúkin. Nei, tað sum er galið, er tað, at hon er so einastandandi og fullkomin, at eg verði  til frens av henni. Tíðliga og seint hoyri eg fyri mær: Nógv ímillum Lív, nógv ímillum hon . Er tað ikki til at gerast óð í høvdinum av ?

Sjálvandi dugir Lív best í skúlanum. Øll halda hana vera flogvit, men eg sigi: skamm fyri  - so nógv sum hon lesur uppá. Hevði eg lisið líka nógv, skuldu tit bara sæð. Men eg tími ikki at spilla mær dagarnar burtur  at læra meg alt møguligt møsn og tvætl, sum eg ongantíð fái brúk fyri. Hví skal eg duga allar hasar gomlu søgurnar og minnast til høvundar og árstøl og Sigmund og Trónd og Napoleon og alt tað?