Boð

Politikkur í Føroyum

Evnið Politikkur í Føroyum er um at vera av.

Vit hava arbeitt við støði í politisku krossskipanini, har spurningurin um loysing og samband og vinstra og høgra hevur verið til viðgerðar.

Framløgurnar eru ávegis, og annars hava vit arbeitt við fólkaræði sum hugtak, harímillum rættindum og skyldum.

Av tí at vit nærkast endanum, vitja vit Løgtingið og Beintu Løwe Jacobsen, sum fer at greiða okkum frá sær sjálvum, hví hon kom inn í politikk, men eisini hvussu tað er at vera politikari.

Vit vitja tingsalin og umsitingina, men høvi verður eisini at seta henni spurningar.

Tað verður sum flokkur, at vit fylgjast oman í Løgtingið, og avtalan er at hittast fríggjadagin 26. mars kl. 11.

Beinta er serskila fyrikomandi, og gleði eg meg at geva 7.b eitt øðrvísi og, í ávísan mun, nøkulunda innlit í føroyskan politikk.

AN

Átak fartelefonir