31.08.2023 - Broyting í Ársætlan.

Góðu foreldur.

Sum fleiri av tykkum hava lagt til merkis í ársætlanini, stendur "felags foreldrafundur"  at verða í morgin.

Hettar er ein feilur, og fundurin verður seinni í septembur, dato fyri fundin er enn ikki fastlagt. Tit fáa kunning tá toymi hevur lagt eitt nýtt dato. 

Vinaliga Eli 

Boð 8. b

Kunningarskriv 16. Aug

Pennahúsið 2023

Minnist til at dagføra pennahúsið hjá børnunum. Pennahúsið skal innihalda:

- Blýantar (spískara um neyðugt)
- Viskileður
- Linjál
- Vinkulmátara
- Passara
- Ymiskar farvur at tekna við

Eli ornar rokni- og skriviheftir, mappur og møguligar plastlummar til næmingarnir, umframt keypi eg ymiskt til flokkin, sum næmingarnir kunnu lána, um tey hava gloymt eitthvørt eftir.