Viðtalur:


Vegna flokslæraraskifti, námsferð, Nordplus o.a. hava viðtalurnar ikki verið í ár. Ætlanin er, at nýggi flokslærarin, Fríðgerð og Ragnar, fara at hava viðtalur eftir Nordplus. 
Men um onkur tykkara ynskir eina viðtalu um støddfrøði, so eru tit vælkomin at hava tað. Eg havi sett tíð av mánadagin 18.03 og týsdagin 19.03. Báðar dagar frá kl 12:30 - 15:00. Sigið mær frá á tlf. 212836, so seti eg inn í kalendaran.

Heilsan

Áki, roknilærarin

                                                                                                                                                      22. januar 2024

Námsferð og depositum

 

Góðu tit har heima!

Námsferðin hjá 7.a og 7. b er nú við at koma undir land, og vit gleða okkum sera nógv øll at vera saman og nema okkum nýggja vitan og upplivingar.

Ferðin verður í døgunum 8.-12. apríl 2024. Flogið verður við Atlantic Airways:

 

Fráferð: mánamorgun (kl. 8.40 til 11.25)

Heimferð: fríggjadag (kl. 12.25 til 13.40).

 

G.G. Koyring til og frá Vága floghavn skipa heimini.

 

Frá Kastrup Lufthavn (og aftur) koyra vit í leigaðum bussi umleið ein tíma til Danhostel í Ringsted miðskeiðis á Sjællandi í Danmark, har vit koma at búgva nøkur saman í hvørjum kamari.

Í løtuni eru vit í gongd við at fyrireika dagarnar í Danmark, har útferðir og virksemi verða á skrá.

Kostnaður fyri ferðina við bústaði og trimum máltíðum um dagin verður um 6.000 kr.

Áðrenn 1. februar 2024 verða tit biðin at gjalda eitt depositum á 1.000 kr. á konto 9181 – 5151459.

 

Annars er at siga um býin Ringsted, at hann er á stødd við Tórshavn og er millum elstu býir í Danmark við ríkari søgu. Á Danhostel hava vit eitt stórt felagsrúm fyri okkum sjálvi, og 1 km frá Danhostel eru ítróttarhøll og vallir.

Sí annars: https://danhostelringsted.dk/amenity/grocery-shop-near/

 

Góðu foreldur          (11. jan. 2024)

Eftir áheitan og vegna ov stutt skotbrá, er kunnandi fundurin fyri næmingunum í komandi 8. flokki útsett til týsdagin 23. januar kl. 17.00.

Vinarliga heilsan
Leiðslan

 

----------
Góðu foreldur            (11. jan. 2024)

Tit verða boðin á kunnandi fund um komandi 7. og 8. flokk á Sankta Frans skúla, skúlaárið 2024/25. Vit koma millum annað inn á okkara breytaskipan og námsferð í 7. flokki, og vallærugreinar og førleikabýti í 8. og 9. flokki.  

Fundurin verður hildin fríggjadagin 12. januar kl. 17.00 í fimleikahøll skúlans. 

Vinaliga heilsan 

              Leiðslan 

-------
Framløgur um Regin og Sáru                                                                  
(8. jan. 2024)

Vit gera eina power point-framløgu til 19. januar um tað, sum vit hava fingið at vita við at lesa á linjunum og millum linjurnar í bókini Regin og Sára. 

Dømi um at lesa millum linjurnar:

Í bókini stendur soleiðis, tá mamman ein morgun roynir at fáa Regin at vakna: "Regin góði, klokkan er sjey, tú skalt upp."

Hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, fáa vit her at vita "millum linjurnar", at mamman er mild og spøk, tá hon vakir Regin. Tað sigur nakað um hennara persón og kann brúkast, tá hon skal lýsast. Soleiðis skulu tit vera før fyri at lesa, tá tit leggja fram. Og hetta verður man bara førur fyri, um man hevur lisið hampuliga nógv gjøgnum lívið. Tí blíva vit við at lesa :)

Vit arbeiða og leggja fram í hesum bólkum um hesi evni:

Kærleikin millum Regin og Sáru: Levi, Lóa S., Sára S., Stian, Ria og Sára R.

Mamman og lív hennara: Gabriel, Mikala, Vivia, Elias og Rannvá P.

Bygdin tey búgva í: Silja, Pætur, Katrin, Tóki og Dagmar.

Happing í bókini: Emilia, Carl, Sophie, Hans M. og Fía.

------------------------------------

Góðu tit!                                                                                                              (3. des. 2023)

Týsdagin 5. des. fara vit heim til Ragnar at eta morgunmat og vera saman sum flokkur. FYRST møta vit tó Í SKÚLANUM til morgunløtu kl. 8.
Til morgunmatin fáa næmingarnir hendan innkeypslistan (tit kunnu býta um innanhýsis, um tit vilja). Hetta er næstan sama listi sum til seinasta morgunmat:


Franskbreyð ella bollar (Emilia)
Franskbreyð ella bollar (Tóki)
Franskbreyð ella bollar (Silja)
Rugbreyð (Sára)
Smør + mjólk (Vivia)
Smør + mjólk (Carl Christian)
Ost í skivum (Rannvá Píl)
Ost í skivum (Elias)
Ommukrem ella Nutella (Stian)
Súltutoy (Sára Rebekka)
Skornar piparfrukt og agurk (Levi)
Skornar piparfrukt og agurk (Fía)
Skorin frukt (Dagmar)
Skorin frukt (Pætur)
Djús x 2 dunkar (Gabriel)
Djús x 2 dunkar (Mikala)
Køka (Silja)
Køka (Lóa Sigrið)
Køka (Ria)
Tallerkar + koppar til 23 fólk (Katrin)

Boð 7. b

Góðu foreldur at næmingum í 7.b (24.11.2023)

Týsdagin í komandi viku fari eg at tosa við børn tykkara um evnið ”ABC fyri sálarliga heilsu”.

Eftirfylgjandi fari eg at tosa við tey til einstaklingasamrøðu, har vit tosa um trivna í skúla, frítíð og heima. Eisini verða sjón, hædd og vekt kannað.

Inni hjá mær skulu tey eisini útfylla eitt spurnarskema um, hvussu tey hava tað.

Um tit hava eitthvørt, tit ynskja at tosa við meg um viðvíkjandi barnið tykkara tá tað kemur til heilsu, menning og trivnað, so eru tit vælkomin

at seta tykkum í samband við meg á tlf. 562339 ella á mail: moridm@gigni.fo

Vinaliga,

Morid Meitilberg,

Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla

Mannagongdir í samband við skrivligar royndir                                                7. nov. 2023
 
1) Møtið stundislisa, í minsta lagi 10 minuttir fyri ásettu tíðina 
 
2) Møtið á skrivstovuni, um tit eru ov sein. 
 
3) Havið smátalari við til royndina. GG! Hesin skal passa til Chromebook teldu. 
 
4) Fartelefonir og onnur elektronisk útgerð skulu sløkkjast og leggjast á borðið við veggin, har tit koma inn 
 
5) Næmingarnir skulu hava hesi amboð við sjálvi: skriviamboð, lineal, viskileður, passara, vinkulmátara og lummaroknara. Havið eitt vælútgjørt pennahús við. 
 
6) Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Tó er ikki loyvt at nýta lummaroknaran til fimisrokning. 
 
7) Næmingurin hevur loyvið til at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti á netinum og sínamillum er ikki loyvt. 
 
8) Verið sitandi alla tíðina, meðan royndin er. Biðið vaktina um loyvi, um tit skulu út. Havið fyrilit og hugsið um ikki at órógva hini. 
 
9) Tað er ikki loyvt at avrita avrik, ið onnur hava gjørt.   
 
 
Brot á reglurnar kann hava við sær, at næmingurin verður burturvístur. 

Føroyskt týsdag 31. okt. 2023

Hvussu nógv prosent av fólkinum í Føroyum eru útlendskir ríkisborgarar?

Hvør hevur gjørt uppgerðina, sum vísir, hvussu nógvir útlendskir ríkisborgarar búgva í Føroyum?

Hvussu nógv prosent av fólkatalinum í Eysturoy eru útlendskir ríkisborgarar?

Hvussu nógvir útlendskir ríkisborgarar búgva í Norðoya øki (Norðoyggjum)?

Hvørjum landi koma flestu útlendsku ríkisborgararnir í Vága øki frá?

Hvussu nógvir útlendskir ríkisborgarar búgva í Sandoyar øki?

Hvussu nógvir útlendskir ríkisborgarar úr Tailandi búgva í Suðuroyar øki?

 

X, O og komma - Dansk 31. okt. 2023

Jens læser og Per snakker.

Sofie har engelsk og Rikke har dansk.

Hunden spiser mens fuglen flyver.

De havde danset hele aftenen da de mødte forældrene.

8. klasse skal til eksamen i juni og det skal 9. klasse også.

Drengen som bor hos os hedder Jonas Pablo Abelsen.

Vi skal allesammen til Letland for at fejre mors fødselsdag.

Solfrid har været hos tandlægen som har trukket en tand ud.

Det var den største tand af dem alle.

Vores skole bliver snart 90 år så det er ret specielt for os allesammen.

Vera og Line går i 6. klasse og deres klasselærer hedder Heidi.

Opgave: Lav du nu selv 6 sætninger, hvor du sætter X, O og komma. Og husk punktum til sidst.

Spurningar til týsdag 31. okt.

British Empire Facts!

When did Britain begin to build its empire?

What is imperialism?

What is an empire?

When was the British empire at its height?

When was the “Age of Discovery”?

Where were the first colonies?

What happened during the Second World War? (stendur við gulum)

European traders bought and sold an estimated 12 million African people. How many of those are estimated to have been bought and sold by British slave traders?

When did Britain bann the trading of enslaved people in its empire?

Why did the British Empire collapse?

When did India win its independence?

When was Hong Kong returned to China?

What is The Commonwealth?

Leinkja til Nordplus-uppgávu:

The-first-assignment Nordplus.pdf

-------

Kunning til heimini um Orð um minuttin-lesivenjingar:

Foreldrakunn. um Orð um min.-háttin.pdf

Foreldrakunn. um Orð um min.-háttin - á enskum.pdf

------------

Foreldraviðtalur hjá 6.b hósdag 19. jan. 2023

Vit eru í fundarhølinum beint við síðuna av stjóraskrivstovuni á 4. hædd. Tit eru sjálvandi vælkomin at býta um tíð innanhýsis, um ásetta tíð ikki passar.

 

8.00 Carl

8.15 Fía

8.30 Tóki

8.45 Vivia

9.00 Sophie

9.15 Levi

 

Steðgur

 

11.30 Stian

11.45 Lóa Sigrið

12.00 William

12.15 Dagmar

12.30 Pætur

 

Steðgur

 

13.00 Emilia

13.15 Hans Marni

13.30 Rannvá Píl

13.45 Gabriel

14.00 Mikala

 

Steðgur

 

14.30 Silja

14.45 Ria

15.00 Elias

15.15 Sára

-----------------

Næmingaráðið

Ria Reinert Vesturklett er vald í næmingaráðið. Stian Waagstein Hansen er valdur varaumboð.

_____________________

------

Talgilda frásøgnin

Talgilda frásøgn tykkara, sum verður ein filmur, verður víst í skúlanum fríggjadagin 25. nov. (ups, hetta er broytt til týsdagin 29. nov.) Tískil má hon vera liðug áðrenn tað.

  • Frásøgnin verður í mesta lagi 5 min.
  • Frásøgnin skal hava eitt frásøgufólk, sum sigur frá.
  • Frásøgnin skal hava tónleik ella onnur ljóð, sum hóska til huglagið í frásøgnini.

Bólkarnir síggjast aðrastaðni her undir Boð.

------

Góðu foreldur at næmingum í 6 flokki.
Í næstum fari eg at tosa við børn tykkara í bólkum. Evni verður kynsbúning.
Eftir tað fari eg at hava einstaklingasamrøður við tey. Hósdagin fáa tey eitt kunningarskriv heim við, sum tit skulu undirskriva. Tey kunnu hava pappíri við aftur í skúla fríggjamorgunin ella týsdagin í næstu viku.
Vinarliga,
Morid Meitilberg,
Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla
Tlf 562339

- - - - - -