Boð

Rørslufagnaður 25.mai 2018

Góðu næmingar og foreldur!

Vit í innskúlingini fara útferð til Likkudal í morgin, hósdag 24. mai. Møguleiki verður eisini at fara niðan á Kongavarðarnar. Næmingarnir møta á parkeringsøkinum við Skúlan á Argjahamri kl. 9 stundisliga. Kanska tit koyra saman.

Verið í hóskandi klæðum og góðum skóm. Havið ein góðan matpakka og okkurt drekkandi við. Næmingarnir kunnu hava okkurt søtt við eisini. Vit taka bussin aftur til skúlan og næmingarnir fáa frí kl 13.20.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag :)

Vinaliga flokslæraranir

                                                                                                                Sanka Frans skúli 11. mai 2018

Góðu foreldur

Komandi vikuna verður evnisvika á skránni. Undir heitinum ”Okkara góði skúli” fara næmingarnir at royna ymisk verkstøð, t.d. hugsavnan, rørsla, list, smíð, fríðka um skúlagarðin og baka.

Harumframt fara vit í 3.a og 3.b at arbeiða kreativt við at gera kropp/rørslu myndir, skriva góð orð til hvønn annan og gera samstarvsvenjingar.

Eisini fara vit, næmingar og lærarar, at eta morgunmat saman týsmorgun 15. mai og hósmorgun 17. mai, og í hesum sambandi hava vit brúk fyri, at øll taka okkurt við til morgunmatarborðið.

 

Týsdag 15. Mai:                                                     Hósdag 17. Mai:                           

25 stk bollar: Bára                                                  25 stk bollar: Ása

25 stk bollar: Benjamin B                                       25 stk bollar: Eyðfinn

1 pk ost í skivum: Clara Victoria                            1 pk ost í skivum: Linn

1 pk ost í skivum: Tóki                                           1 pk ost í skivum: Elian

1 súltutoy: Angela                                                  1 súltutoy: Hansina

1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Stella                       1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Terji

1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Gabriel                    1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Turid

1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Andrea                    1 pk pálægsjokoláta (30 stk): Jákup

3 L appilsindjús: Lýðar                                            3 L appilsindjús: Benjamin R

3 L multidjús: Eydna                                               3 L multidjús: Hávar

3 L súrepladjús: Óli                                                 3 L súrepladjús: Alexander

 

      Vinaliga Gunn :)

Foreldraviðtala í 3.b

Góðu næmingar og foreldur                                           Sankta Frans skúli 13/02-17

 

Eins og undanfarin ár, fara vit at hava føstuhald á skúlanum.

Hjá okkum verður hetta føstulávintsmánadag 27/02-17.

Í ár hava vit valt at hava eitt tema til grýlurnar.

Temaðið hesuferð er “Heimagjørd grýluklæðir”.

Á hvørjum ári vera heiðursgávur givnar til grýlurnar s.s. Vakrasta grýla, stuttligasta grýla, fittasta grýla o.a., og fyri at taka lut í hesari kapping, má grýlan passa til temaðið.

Børnini kunnu tó koma í keyptum klæðum, men so eru tey ikki við í kappingini, um at gerast ársins grýla.

Vónandi taka tit væl undir við hesum.

Vinarliga

Leiðslan

Hugnakvøld í 2.b

Næmingar og lærarar í 2.b fara at hugna okkum saman týskvøldið 14. feb. Hugnakvøldið byrjar kl. 18 og endar kl. 20.

Á skránni eru dansur, spøl, lummalykta-søga og hugnalig samvera :)

Næmingarnir skulu hava eina lummalykt við og okkurt lekkurt, søtt fyri í mesta lagi 40 kr. (t.d. sodavatn, sunkist, bomm, sokolátu) Gott hevði verið um børnini hava etið heimanífrá.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld

Vinaliga lærararnir

foreldraviðtalur