Summarhugni

Vit báðar (Vár og Katrin) høvdu planlagt ein surprise-hugnadag fyri 2. a, har vit fyrst høvdu spurnakapping í skúlanum, síðani fingu vit ís, so fóru vit oman á Tinganes og so víðari yvir á Skansan at spæla. Vit endaðu við at fara í Pizza 67 at eta. Á veg niðan aftur í skúlan spældu vit eisini eina løtu í grasagarði. Hetta var ein stak góður og hugnaligur dagur.