"Politisku flokkarnir" - ein framløga
Her eru bólkarnir til framløgu-uppgávuna: /Samf, politisku flokkarnir (framløga).docx
Uppgávan, sum skal síggjast aftur í eini Power Point-framløgu, skal geva móttakaranum, tvs tykkara mednæmingum og mær, eitt nøkulunda innlit í tann flokk, tit hava fingið tillutað.
Við hesum sipi eg til, at tit skulu upplýsa, hvør upprunin til flokkin var, nær hann varð stovnaður, hvørjir kendir persónar ella politikarir hava myndað flokkin, og hvør stevnuskráin er (tvs hvat flokkurin "trýr uppá", og er hetta, tað, hann trýr uppá, hvussu hann vil hava, Føroyar skal síggja út, broytt við tíðini).
Annars ymiska upplýsing um flokkin, ið ger, at vit fáa eitt nøktandi innlit í júst tykkara flokk.
Krøv annars: minimum 10 'slides' og allir limir í bólkinum arbeiða og hugsa saman umframt leggja fram saman.