Learning to be Free - Nov 18, 2012
Í Myanmar hevur harðstýri valdað í samfull 40 ár.
Nú hevur fólkið fingið fólkaræði, men enn eru mong, sum ikki vita, hvat hetta ber við sær.
- - - - - -
Spurningar at hugleiða um:
1) Hygg at filminum og skriva, hvat Owen vil við skúlanum. (https://www.youtube.com/watch?v=u15LSA8P5ME)
Hvat heldur hann, børnini skulu læra fyri at gerast demokratisk menniskju?
2) Skriva (notera), hvat ger eitt land demokratiskt? Skriva hví og hvussu vit vita, at okkara samfelag, Føroyar, er demokratiskt.
Fyrst tosa tit um filmin við støði í tí, tit hava noterað heima við hús.
Síðani skriva tit, vísandi til 2), eitt ella fleiri stikkorð á talvuna og tosa um, hvat eyðkennir eitt fólkaræði - hvat tað inniber og krevur.