
Okkara dugnaliga barnasangkór setti serligan dám á løtuna í Havnar kirkju í gjárkvøldi. Men kórvenjarin er ikki hvør sum helst, - Annika Restorff Holm, sum er lærari hjá okkum, fær allan musikalitet fram í børnunum. Hennara tónleikaoyra ber øllum uppi.
Kórið sang "Pakkaberin Gemalius", sum Ólavur Jacobsen hevur yrkt, "Lítli Messias" við orðum hjá Johannes Møllehave, sum Anne Linnet gjørdi lag til. Seinast sungu tey "Jósef og dreymakotið" hjá Andrew LLoyd Webber.
Felagssangur var til seinast.
Skúlin heldur, at tað er óført tiltak, Tórshavnar Býráð byrjar atventina við. Tað hugnar og munar at venja og framføra, sum jú er ein partur av øllum samfelagssamstarvi.
Eisini er hetta ein liður í tiltakinum "Í menniskjum góður tokki".
Úti í forkirkjuni kundu tey, ið vildu stuðla, lata eitt oyra í kistilin.



















