
Í morgun, tá morgunsangurin var av, komu tær 23 genturnar í 7. a og b syngjandi í skýmliga ljósinum inn í fimleikahøll skúlans.
Lusiugonga hjá gentum í 7. flokkunum hevur nógv ár á baki. Tá verða sermerktu hvítu, broderaðu kjólarnir, ið fara heilt aftur til 1948, tiknir fram til lusiugenturnar.
Væl komu tær allar frá sangi og framførslu. Kenslurnar spæla kanska við, - hetta er seinastu jólini hjá teimum í Sankta Frans skúla. Tá liðugt var, bjóðaðu dreingirnir karamellir.
Genturnar vitja á hvørjum ári eisini í Sankta Josefs barnagarð.






















