Fríggjadagin 16. des. var skúlin til árliga jólagudstænastu í Vesturkirkjuni.

Skúlin á Trøðni hevur seinastu mongu árini verið saman við okkum, og tað hevur víst seg at rigga stak væl. Í ár skipaði Skúlin á Trøðni fyri Lusiugongu og fittum sangspæli. Fjósið í Betlehem stóð á kórgáttini. Tað setti sín dám á løtuna og prestur, Heri Joensen, visti, at tað vóru børnini, ið áttu løtuna. Tí var tað barnsligt og fitt, tá hann setti seg frammanfyri neytafjósið í Betlehem.

Tann evangeliska partin, inngangs – og útgangsbøn og aðra bøn syrgdu næmingar hjá okkum fyri. Sera væl og vandaliga gingið um.

Væl vórðu okkara siðbundnu, vøkru jólasálmar sungnir í dag. Væl nøgd leitaðu øll heim í jólafrí í tí heldur nógvu hálkuni!





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo