
Jól á Umlættingini
var heitið á jólaleikinum hjá 5. a og b í ár. Samstarvið styrktist nógv millum flokkarnar undir venjingunum. Læraratoymið fekk eisini gjørt nógvar forvitnisligar royndir. Einki at taka seg aftur í, at leikur lærir børn ikki so lítið um tolsemi, virðing og at samskiftið gongurhond í hond.
Leikurin umboðaði árið 2036. Føroyar hava vunnið silvur í OL í fimleiki, flogvøllur er komin á Glyvursnes, svimjihylurin hjá Ova er verðunleiki og somuleiðis undirsjóvartunnil til Nólsoyar.
Á Umlættingini úti á Glyvursnesi sita lærarar um jóltíðir og tosa um farnar tíðir og sjálvan gerandisdagin kring landið. Børnunum dámdu væl at imiterað, spæla rollur hjá lærarum, ið eru 25 ár eldri enn í dag. Ein partur av leikinum eru okkara dúgligu elitu "OL-fimleikarar" og ein partur jólaspælið hjá John Højbye. Børnini spældu undir uppá k-board, harmoniku, klaver og guitar.
Framført varð fyri barnagarði Skt Josefs, foreldrum, tá 150 áskoðarar vóru og til trý jólahald hjá næmingum skúlans. Eisini er "Jól á Umlættingini" tikið upp á dvd.
Leikin "Jól á Umlættingini" skrivaði Poulina Slættanes og føroyskaði eisini tekstin jólaspælið. Venjingunum stóðu Jóna Joensen og Annika Holm Restorff fyri.
Í mong ár hevur ein av okkara gomlu næmingum spælt undir "um jólatræið". Tað er Niels Heðin Gaard Joensen, ið spælir harmoniku. Jólamenn stukku eisini inn á gólvið. Stórt herðaklapp til 5. a og 5. b.






















