
Innskriving til forskúla og 1. flokk 2012
Vælkomin í 1. flokk og forskúla
Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2012/2013
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2006 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012.
Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.
Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk.
Forskúlin
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúlan í Sankta Frans skúla, verða eisini biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012.
Innskrivingin
Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum
Skúlin á Argjahamri
Venjingarskúlin
Tórshavnar Kommunuskúli
Sankta Frans skúli ( 1.fl. og forskúli )
Eysturskúlin
Hoyvíkar skúli
Skúlin við Løgmannabreyt
Innskrivingin er í býráðssalinum týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 254010.
Skúlarnir aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum
Kollafjarðar skúli
Innskrivingin í Kollafjarðar skúla verður í skúlanum mikudagin 25. januar, kl. 15.
Kaldbaks skúli
Innskrivingin í Kaldbaks skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 11.30-12.30 ella á telefon 302520/515398.
Velbastaðar skúli
Innskrivingin í Velbastaðar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 15-17 ella á telefon 302505/228607.
Nólsoyar skúli
Innskrivingin í Nólsoyar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 17.30-18.30 ella á telefon 302465/217001.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum / skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo ella á telefon 302010.
Meiri fæst at vita
um innskrivingina í skúlanum ella frá Mentamáladeildini, Katrini Ellingsgaard, málsviðgera í skúlamálum, telefon 302010/281123.
Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
Mentamáladeildin




