
Í viku 6 og 7 fara vit aftur upp á gólv í fimleikahøllini. Undanfarin ár hava hetta verið hugaligar løtur, og lærarar og næmingar hava tikið væl undir. Úti í flokkunum hava lærarar kvøðið og sungið vísur og kvæði við børnunum. Tímatalvan verður kortini fylgd, lærarar, ið lesa tíman, eru 20 minuttir í høllini við næmingunum.
Føstulávintsmánadag verður dansurin lagdur niður, tá vit fara inn í føstuna.




